Victoria Wild er følsk

- Hon er ikki natúrlig í mínum eygum. Hasi bróstini eru blást upp, og um ungar gentur, sum hava sæð hatta innslagið halda, at bróst skulu síggja soleiðis út, so hava tær fingið fullkomiliga skeiva mynd, sigur Lars Peter Melchiorsen. Tað var í gjáramorgun, at Victoria Wild var gestur í morgunsendingini hjá Tv2, og kristni felagsskapurin KLF, sum hevur til endamáls at verja kristnu trúnna í miðlunum, dámar hetta einki.

 

 

-Eg haldi tað er langt úti. Hvat var meiningin við hasum innslagnum? Tað er púra virðisleyst, heldur formaðurin í felagnum Lars Peter Melchiorsen.

 

Victoria Wild var fult ílatin í sendingini, men á skíggjanum aftanfyri vertirnar, var mynd víst av Victoriu, har hon var púra nakin.

 

Tað er í lagið, at vísa myndir av bróstum, men bert um tað er ein meining við innslagnum, og tað var tað ikki við júst hasum innslagnum, heldur hann.

 

Kelda. eb.dk