Svenska kongahúsið avsannar tað, men svenski hoffkøni Daniel Nyhlén er vísur: Hann veit at siga frá keldum tætt at svenska krúnprinsessuparinum, at Victoria prinsessa er við barn.
Tá ið Victoria í summar gifti seg við Daniel Westling, høvdu tey verið saman í fleiri ár. Bæði prinsessan og prinsurin hava eitt ynski um at fáa børn, so tað skuldi ikki verið nøkur forðan fyri einum nýggjum lítlum svia.