Victoria og Daniel vígd

Krónprinsessan Victoria og hennara Daniel Westling vóru ídag kl 14.30 vígd í Storkyrkan í Stockholm. Bæði vóru rørd til tárar tá tey lósu lyftini fyri hvørjum øðrum.

Fýra prestar, tríggir manligir og ein kvinnligir vígdu parið.

Presturin, ið helt vígslutaluna segði millum annað Prins Daniel fyri fyrstu ferð. Nú er tíðin hjá honum sum Daniel Westlig yvirstaðin - eftirnavni er burtur og hereftir verður hann kallaður Prins Daniel. Presturin legði eisini dent á at tað starv og plikt, ið parið hevur frammanfyri sær.

Kjólin, sum Victoria er í er ein kremlittur silki kjóli, ið sniðgevin Pär Engsheden hevur gjørt.

Nú fer brúðarparið í kortegu gjøgnum alt Stockholm. Kringvarpi sendur beinleiðis.