Í gjárkvøldið vísti Kringvarpið føroysku Victoriu Wild, sum vísti fram sín nakna kropp fyri opnum skíggja. Men sama kvøld vann hon eisini heiðurin sum ársins síðu 9 genta hjá Ekstrablaðnum.
Hvønn dag hevur danska Ekstrablaðið eina síðu 9 gentu sum vísir tað fram, sum hildið verður at vit so fegin vilja síggja. Høvnn mánað kjósa tey á Ekstrablaðnum »månedens side 9 pige«. Fyri februar í fjør fekk føroyska Victoria Wild heiðurin. Og ein av hesum 12 »månedens side 9 piger« fær heiðurin sum ársins síðu 9 genta. Hendan heiðurin fekk Victoria Wild í gjár.
Saman við heiðrinum fylgir ein kekkur upp á 9.999,99 krónur, sum Victoria Wild fyrr hevur sagt, at hon skal nýta til at keypa sær nógv størri boppur.
Við Ekstrablaðið herfyri segði hon, at:
- Ein atkvøða fyri mær er eisini ein stuðul til nýggju boppurnar, sum eg skal hava. Eg havi í løtuni eina F- ella H-skál, men nýggju boppurnar skulu verða tvífalt so stórar...
Lesið meira á Ekstrablaðnum á http://ekstrabladet.dk