Victor Moses til Chelsea

Roman Abramovic heldur fram at styrkja og yngja Chelsea nú enskir miðlar í kvøld vita at sigal, at Wigan hevur góðtikið eitt boð frá Chelsea upp á 21 ára gamla nigerianska kantspælaran, Victor Moses.

 

Hetta er fimta boðið, sum Chelsea gevur upp á leikaran, sum saman við Eden Hazard var besti maður á vølli, tá júst Wigan og Chelsea hittust í fyrsta umfari av Premier League seinasta sunnudag.

 

»Vit kunnu vátta, at eftir fýra avvíst boð frá Chelsea fyri Victor Moses, hevur eitt fimta boð nøktað tað virði, sum vit av Wigan Athletic hava sett á leikaran, og vit hava tí góðtikið tað«, sigur felagið í einari fráboðan.

 

Boðið frá Chelsea ljóðar upp á sjey milliónir pund kontant og tvær milliónir pund í »add-ons«, skriva millum annað álítandi BBC Sports og Sky Sports.

 

Tað er tó neyvan sannlíkt, at Chelsea er liðugt at keypa inn í summar. Høgri bakkurin hjá Marseille, Cesar Azpilicueta, hevur leingi verið sagdur á veg til Londonfelagið, og hann er ikki við á listanum yvir leikarar, sum franska felagið fer at brúka í Europa League í ár.

 

Og hartil er ógvuliga sannlíkt, at ein áleypari verður keyprur aftrat, áðrenn flytingargluggin letur aftur næsta fríggjadag.