Viborg vann aftaná ein ótrúligan endaspurt

Jana Mittún og liðfelagarnir vóru aftanfyri við fýra málum móti endanum, men megnaðu at knógva ein sigur

Seinnapartin tók liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum, Ringkøbing móti liðnum hjá Janu Mittún, Viborg í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Seint í dystinum var Ringkøbing á odda 25-21, men við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað Viborg at skora fimm ferðir á rað uttan, at Ringkøbing megnaði at svara aftur. Ringkøbing javnaði til 26-26, men Viborg legði seg framum aftur 27-26 við seinasta málinum í dystinum, og tók bæði stigini við sær.

 

Jana skoraði trý mál og legði upp til fitt av málum. Jana legði eisini upp til sigursmálið. Rakul mátti í dag standa í skugganum av roynda málverjanum hjá Ringkøbing, Stephanie Andersen.

 

Støðan (soccerstand.com):

 

##med2##