Vibeke sigur farvæl

Hon er væl umtókt millum politikkarar, Vibeke Larsen, og vøkur vóru orðini, hon fekk við sær í skjáttuna, tá hon segði viðskiftafólkunum farvæl, seinnapartin mikudagin í Amtmannsborgini á veg niður til Danmarkar, har hon skal vera amtmaður í Sorø.

 

Hon er væl umtókt millum politikkarar, Vibeke Larsen, og vøkur vóru orðini, hon fekk við sær í skjáttuna, tá hon segði viðskiftafólkunum farvæl, seinnapartin mikudagin í Amtmannsborgini á veg niður til Danmarkar, har hon skal vera amtmaður í Sorø.

Vit komu eitt sindur áðrenn og fingu stundir at hyggja okkum um bæði uttan og innan. Vakur er urtagarðurin og hevur tú ikki verið innangarðs, so hevur tú heldur ikki varhugan av hvussu stásiliga garðurin er anlagdur. Eitt slott í byggifrøðiliga fátæku Havnini. Og nú hava teir sandblást spekkingina, so tilhøgdi grótveggurin er sjónligur aftur. Tú sær hvørt meitlaslag og tevjarsveittadroparnar, sum hvør einasti av hesum túsundtals steinum, ið samanlagt eru Amtsmannsborgin, hava drukkuð í seg. Føroyskt basalt vakurt tilevnað, hví hava vit ikki fleiri sovornar bygningar í landinum, ið einki annað er enn basalt, heilar tríggjar kilometrar niður í jørðina.

-Sandoyingar skóru torv til Amtmannsborgina og alt parkeringsøkið frammanfyri varð nýtt til at goyma torvið. Her gekk nógv torv, tí ovnur var í hvørjum rúmi og nógv skuldi til fyri at húsini flógv. Nú eru ovnarnir burtur og miðstøðuhiti er í øllum húsinum, sigur Vibeke Larsen, meðan vit standa á bonaðu gólvunum inni í stovuni.

Eg hyggi meg um. Vibeke dámar tónleik og onkur hevur forerað henni allan tónleikin hjá Bach. Tað er slett ikki so lítið. 153 fløgur, sum standa í einum kufferti í eini av stovunum. Útsýnið hevur einaferð verið gott, men nú sær tú antin Hafnia ella Cafe Natúr, líka mikið hvønn veg tú hyggur út.

Tey eru við at flyta. Maðurin er komin heim at hjálpa til. Hann er lærari í matematikk og bókmentum, serliga russiskum bókmentum. Hann lesir russiskt sum brent, men undirvísir ikki longur í russiskum, og tí hevur hann givið bókasavninum heilar 10 kassar við russiskum bókum, skrivaðar á russiskum, og bókasavnið var fegið um gávuna. Tey eru spent at flyta niður aftur og at fáa eitt familjulív saman. Og niðri bíðar eitt barnabarn, sum er komið í heimim, meðan Vibeka hevur verið ríkisins umboð í Føroyum.

Á borðinum í miðstovuni standa leskiligir canapeir, vín, øl og sodavatn. Alt bíðar, móttøkan skal byrja um eina løtu, og fráfarandi ríkisumboðsmaðurin gongur eitt sindur fjálturskotin aftur og fram. -Man nakar fara at koma, tykist hon at hugsa


Vælumtókt


Og so koma gestirnir. Eftir lítlari løtu fyllir elitan innan føroyskan politikk, vinnu og andslív, saman við embætisfólki, stovurnar og ekkóið er horvið úr rúmunum. Samlað ljóðar prátið sum rumbul, men fokuserar tú oyrað, ein og tú ger við myndatólinum, so er mangt áhugavert at hoyra, og tú hoyrir beinanvegin, at Vibeke Larsen er ein virdur ríkisumboðsmaður.

Og knappliga, so fánar prátið burtur. Vibeka hevur sligið á glasið og tíðuliga rørd takkar hon fyri tíðina.

-Eg veit ikki um tað var við vilja, men eitt lá fast, tá eg kom til Føroya.. Eg visti einki um føroysk viðurskiftir, eg hevði ikki slitið skógvarnar á Christiansborg og eg hevði einki sum so havt við danskan politikk at gera. Eg kom til Føroyar í eini ógvuligari turbulentari tíð, hvar øðin í fólkinum var stór aftan á kreppu og bankakanning. Tað hevur verið hart, og mangan hevur kókað inni í mær, men eg havi megnað at stýrt tunguni og eri ikki lopin framav í orðaleiki. Um vreiðin onkuntíð hevur gingið útyvir køttin heima ella okkurt annað skal vera ósagt, segði Vibeke Larsen.

Og løgmaður takkaði henni fyri hennara arbeiðið. Løgmaður hevði góð orð at bera Vibeku.

-Eg haldi, at Nyrup valdi rætt, tá hann valdi teg sum ríkisumboðsmann. Tú hevur dugað væl og samstarvið okkara millum hevur verið framúr gott, segði løgmaður, Anfinn Kallsberg og handaði henni eina gávu frá landsstýrinum. Ein køkuknív og gaffil, skeftir við ibenholt, við inløgdum beinmyndum av áttamannafari, grind og tú sum tí tilhoyrir.Føroyskt listahandverk í odd og egg.

Úti í gongini liggja gávurnar og á hvítum seðlum góðynskini. Her liggja gávur og blómur frá vinnulívi, frá tryggingarfeløgum og bankum, frá politikkarum, sum ynskja framhaldandi samband við Danmark. Frá politikkarum, sum hugsa um loysing tað eyga er opið og droyma um saman evni, tá náttin doyvir sinnið.

Og sjálvsagt var eisini tosað um framtíðina hjá Amtmannsborgini. Semja er um, at hendan byggiperla er framtíð lagað á donskum hondum, antin sum býli hjá okkara ríkisumboði ella sum donsk ambassada í Føroyum, alt velst um hvørja ríkisrættarliga støðu foroyingar velja í framtíðini.