Bjarni Djurholm vildi hava Vibeke Larsen at greiða frá, hvussu ríkisstjórnin tulkar heimastýrislógina, annaðhvørt tað var eftir avtaluteoriini ella eftir delegatiónsteoriini. Somuleiðis bað hann um grundgevingina fyri tulkingini.
Í øðrum lagi spurdi Bjarni, hvønn ríkisstjórnin metir hava evsta vald yvir ráðevnunum í føroysku undirgrundini, heimastýrið ella ríkismyndugleikarnar.
Í viðmerkingunum greiðir Bjarni Djurholm frá gongdini í málinum um yvirtøku av undirgrundini sum føroyskt sermál, og vísir á teir stóru trupulleikar, ið stóðust av hesum máli, til danska stjórnin knappliga í 1992 loysti upp fyri øllum og gav føroyingum undirgrundina rættiliga óvæntað.
Til fyrra spurningin vísir Bjarni á, at danska stjórnin eftir øllum at døma tulkar heimastýrislógina eftir delegatiónsteoriini ? ið hvussu er sum tað hevur víst seg síðani 1990. Delegatiónsteoriin gevur dønum rætt til at broyta heimastýrislógina einvegis.
Hvussu við ráevnunum
í undirgrundini
Løgtingsmaðurin sigur í viðmerkingunum, at vanliga fatanin av heimastýrislógini hevur verið, at henda lóg tryggjar, at Føroyar eru ein sjálvstýrandi partur av ríkisfelagsskapinum í tráð við avtaluteoriina, sum sigur, at ongar broytingar kunnu gerast uttan við avtalu millum báðar partarnar.
Bjarni Djurholm vísir á, at ein avgerandi spurningur, sum fer at stinga seg upp í næstum, er yvirvaldsrætturin til ráevnini í undirgrundini. Neyðugt verður í hesum sambandi at fáa greiði á, hvussu treytirnar, sum undanfarin landsstýri hava boygt seg fyri og hava skrivað undir, verða fataðar av donsku stjórnini.
At enda í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm, at hann tíðliga í fjør setti løgmanni sama spurning, men at svarið var sera stutt og lítið avdúkandi. Hetta er eisini orsøkin til, at hann nú roynir at fáa ríkisumboðsmannin at svara spurningunum, sum mugu hava stóran týdning fyri framtíðarsamstarvið millum Føroyar og Danmark.
Fólkatingið
hevur rættin
Í svari sínum sigur Vibeke Larsen, at forsætismálaráðharrin higartil hevur verið av teirri áskoðan, at heimastýrislógin statsrættarliga kann verða broytt av Fólkatinginum sambært § 7.
Samstundis hevur tó eingin ivi verið um, at lógin politiskt og moralskt verður roknað sum ein avtala millum Føroyar og Danmark, og eigur ikki einvegis at verða broytt uttan samtykt frá føroyska heimastýrinum.
Vibeke Larsen sigur í svarinum, at forsætismálaráðið sær onga orsøk at halla seg til aðra av ávístu teoriunum, og at heimastýrislógin undir øllum umstøðum er ein serskilt lóg, sum eisini serliga byrjanin til lógina ger greitt.
Tað verður tó enn einaferð undirstrikað, at lógin politiskt og moralskt verður mett sum ein avtala, ið ikki eigur at verða broytt einvegis av donsku stjórnini uttan tilmæli frá føroyskum myndugleikum.
Bæði og
Viðvíkjandi evsta valdi yvir ráevnunum í føroysku undirgrundini er svarið eitt sindur tvískilt.
Sambært avtaluni frá 22. desember 1992 millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið yvirtóku føroyingar umráðið ráevni í undirgrundini sum sermál. Hetta merkir yvirtøka av lóggevandi og umsitingarliga valdinum við harav standandi útreiðslum.
Samstundis verður víst á, at við avtaluni er semja um, at yvirtøkan ikki umfatar nakrar partar av donsku undirgrundini, sum eftir donskum rættarprinsippum ikki kunnu yvirtakast av einstøkum pørtum av ríkinum, fólkinum har ella einum heimastýrismyndugleika.
Út frá hesum kann sigast, at føroyingar hava yvirtikið lóggevandi og umsitingarliga valdið av undirgrundini, men ikki undirgrundina sjálva. Tískil finst ein annar spurningur, sum Finnbogi Ísakson eisini var ikki á í orðaskiftinum eftir at ríkisumboðið hevði svarað spurningunum, og tað er, hvør so eigur inntøkurnar av eini møguligari vinnu eftir ráevnum í undirgrundini.
Kanska
føroyingar kortini
Í umrøðu síni vísti Finnbogi á eina avtalu um, hvussu ein møguligur vinningum av útvinnan av ráevnum í undirgrundini skuldi nýtast. Í teirri avtaluni verður víst á, at hesin peningur kanska kann nýtast til at endurskoða støddina av blokkinum, ella til at gjalda aftur skuld hjá føroyska landskassanum til danska statskassan.
Út frá hesum ber til at gera ta niðurstøðu, at eisini donsku myndugleikarnir meta møguligan oljupening at vera føroyska ogn. Sum Finnbogi segði, er tað lítil meining í, um danir við oljupengunum gjalda sær sjálvum aftur av føroyskari skuld, ella nýta egnan oljupening til at minka um blokkin.
So helst verða tað føroyingar, sum fáa ágóðan av einari møguligari oljuvinnu í føroysku undirgrundini ? um hon væl at merkja er føroysk.
Bjarni Djurholm, sum eyðvitað ikki var nøgdur við svarið frá løgmanni í fjør vár, segði í stuttari viðmerking, at svarið frá Vibeke Larsen var nøktandi, og at hann sostatt var nøgdur við tað.