Teitur Skoubo í 8. útgávuni av Reality Awards á Docken í Keypmannahavn í juni í fjør. (Arkivfoto) - Foto: Anthon Unger/Ritzau Scanpix

Viaplay og Discovery strika sendingar við Teiti Skoubo

26 ára gamli Teitur Skoubo er í dag revsaður við fongsli í tvey ár og seks mánaðir fyri neyðtøku

 

Teitur Skoubo í 8. útgávuni av Reality Awards á Docken í Keypmannahavn í juni í fjør. (Arkivfoto) - Foto: Anthon Unger/Ritzau Scanpix

Tað ber ikki longur til at síggja føroyska realityluttakaran Teit Skoubo í fleiri undirhaldssendingum frá Viaplay og Discovery.

Tað váttar undirhaldsfeløgini fyri Ekstra Bladet.

Báðar støðirnar hava tikið burtur innihald, har tann 26 ára gamli føroyingurin er við á. Tað er tí, at hann í dag er dømdur sekur í neyðtøku.

– Vit hava alla tíðina sagt, at tað er upp til dómstólin at avgera málið, sigur Kenneth Kristensen, programstjóri hjá Viaplay Group við Ekstra Bladet.

– Nú er hann so dømdur, og vit hava, eftir at vit eru vorðin kunnug við dómin, gjørt av at taka burtur partarnar við »Paradis Hotel«, har Teitur er við.

Hjá Discovery taka tey burtur bæði sending og sendirøð við »Ex on the Beach« og »Singletown«, sum Teitur Skoubo er við í, siga tey við Ekstra Bladet.

Tann 26 ára gamla realitystjørnan er dømdur tvey ár og seks mánaðir fongsul fyri at neyðtaka eina 25 ára gamla kvinnu í Odense í november í fjør. Tað avgjørdi Rætturin í Odense í dag.

Harumframt skal hann eisini rinda henni 100.000 krónur í endurgjaldi.

Dentur varð lagdur á, at neyðtøkan varð framd av einum alment kendum persóni, sum átti at verið ein fyrimynd. Tað segði dómarin, tá dómurin varð sagdur.

Teitur Skoubo noktar seg sekan og hevur tí kært dómin til frídøming.

Teitur Skoubo er millum annað kendur fyri at hava vunnið realitysendingina »Paradise Hotel« í 2019, og so hevur hann 138.000 fylgjarar á Instagram.

Viaplay Group hevur áður strika eina heila senidrøð av svensku útgávuni av »Paradise Hotel«, tí eini maður í sendingini varð meldaður fyri kynsligan ágang.

Eitt líknandi mál er eisini úr Noreg.

/ritzau/

 

Teitur Skoubo í 8. útgávuni av Reality Awards á Docken í Keypmannahavn í juni í fjør. (Arkivfoto) - Foto: Anthon Unger/Ritzau Scanpix