– Fáa vit góðan byr, verða vit ætlandi á Siglufirði mánadagin 29. juni, har vit leggja at beint við Sildasavnið. Stjórin fyri Sildasavnið stendur fyri móttøku, og í felag hava Sildasavnið og Westward Ho gjørt eina skrá fyri vitjanina, sigur Jens Marius Poulsen, ein av oddamonnunum fyri ætlanini.
Ætlan er at hava opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa umborð at síggja tær umstøðurnar, sum manningar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi.
– Íslendingar flestu kenna væl Føroyar, men vitanin um føroysku sluppirnar, sum fiskaðu undir Íslandi, verður, sum frá líður, kámari, sigur Jens Marius Poulsen.
Eisini fara nakrir barnagarðsflokkar at vitja umborð á Westward Ho. Harumframt fer KIWANIS í Siglufirði at hava eina lítla samkomu fyri manningina.
Við á túrinum verða tveir sjómenn, sum hava fiskað við slupp undir Íslandi í 1960’unum. Av Siglifirði verður lagt inn á Norðfjørðin, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum. Verða líkindi, verður lagt inn á Grímsey.
– Við støði í sluppini er ætlanin at vísa, hvussu føroyska samfelagið hevur megnað upp á 150 ár at ment seg frá einum tilafturskomnum bóndasamfelagi til eitt nútímans samfelag.
Fiskurin er framvegis tað mest týðandi búskaparliga beinið, føroyska samfelagið stendur á, men samfelagið hevur ment seg til í dag at vera eitt sera áhugavert ferðamannaland, sum millum annað kann bjóða framúrskarandi gastronomiskar og tónlistaligar upplivingar í sermerktum umhvørvi, sigur Jens Marius Poulsen.











