Tað eru serliga lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá hjálparlæknum, ið arbeiða á smærru sjúkrahúsunum í Suðuroy og í Klaksvík, ið hevur staðið fyri skotum. Skipanin við hjálparlæknum á smærru sjúkrahúsunum er øðrvísi enn á Landssjúkrahúsinum. Eftir umbøn frá almennu myndugleikunum á sinni, játtaði felagið hjá hjálparlæknunum, at serskipan kundi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið síðani eisini er galdandi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Vanligt er á Landssjúkrahúsinum, at hjálparlæknar hava forvakt í 1 døgn og síðani frí. Ráðiligt er ikki at hava longri vaktir, tí arbeiðstrýstið er so stórt. Tílík vaktskipan krevur eitt vælmannað lið av hjálparlæknum, ið skifta um at hava vakt á sjúkrahúsinum. Á smærru sjúkrahúsunum er arbeiðstrýstið nakað minni. Tískil varð hildið, at ráðiligt var, at læknar kundu hava forvakt í longri tíð uttan íhald, og varð umbønin frá almennu myndugleikunum um serskipan fyri forvaktirnir á smærru sjúkrahúsunum tískil gingin á møti. Tað merkir so eisini, at talið av læknum, ið skulu passa eina tílíka forvaktsskipan á smærru sjúkrahúsunum er væl minni – hægst 4 læknar um mánaðin.
Ført hevur verið fram, at hjálparlæknarnir hava tilkallivakt – tað er tó ikki rætt. Er ein forvakt á einum sjúkrahúsi, so er ein á vakt allatíðina, og ikki bert tilkallivakt. Sáttmálin sigur tó, at effektiva arbeiðið skal hægst vara 16 tímar um døgnið, tí forvaktin skal hava møguleika at hvíla, men altíð vera tøkur. Ásetingin um mest loyvda effektiva arbeiði er í sáttmálanum fyri at verja hjálparlæknan og tryggja, at sjúklingar altíð kunnu kenna seg tryggar og ikki stúra fyri, at læknin ger feilir av møði. Um tað vísir seg, at arbeiðstrýstið á smærru sjúkrahúsunum verður so stórt, at ásetingar um hvíld ikki verða fylgdar, so er talan um sáttmálabrot, og tað verður ikki loyvt.
Lønin á smærru sjúkrahúsunum er útroknað í mun til vanligu lønartreytirnar hjá hjálparlæknum í Føroyum. Hjálparlæknalønin í Føroyum hevði í mong ár verið afturútsigld í mun til lønina hjá hjálparlæknum í t.d. Danmark, men til seinastu sáttmálasamráðingar varð bøtt nakað um hetta, tó at tímalønin enn er nakað lægri. Tískil forvinnur ein nýggjur hjálparlækni, ið kemur at starvast í Føroyum 27.389,82 kr. um mánaðin. So hvørt sum royndirnar og starvsaldurin hækkar, koma førleikaviðbøtur til, og lønin hækkar, men tá veksur ábyrgdin eisini í stórum. Smærru sjúkrahúsini hava valt at hava royndar hjálparlæknar í forvakt, nakað, sum er skilagott, tí hjálparlæknarnir á smærru sjúkrahúsunum krevja at vera sjálvstøðugir, klára stóra ábyrgd og samstundis duga at leggja arbeiðið til rættis, soleiðis, at tíð er til hvíld. Eginleikar, sum forvaktirnar á Landssjúkrahúsinum sjálvandi eisini skulu hava, men tá ein er nýggjur frá universitetinum, eru royndirnar avmarkaðar, og samsvarandi minni ábyrgd verður løgd á teirra herðar – ið merkir, at vaktskipanin á Landssjúkrahúsinum er meira útbygd, í mun til smærru sjúkrahúsini, við royndum bakvaktum innan fleiri sergreinar.
Hjálparlæknar skulu helst vera í útbúgvingarstarvi til at gerast serlæknar, ella um teir eru vorðnir serlæknar, so setast sum deildarlæknar ella yvirlæknar. Smærru sjúkrahúsini í Føroyum kunnu ikki hava útbúgvingarstørv, og at seta deildarlæknar sum forvaktir er nokk ikki haldbart. Tískil er lítið sannlíkt og ikki ráðiligt at hjálparlæknar verða settir í fast starv burturav á smærru sjúkrahúsunum, tí tað seinkar tilgongdina av serlæknum. Tað merkir, at hjálparlæknarnir, ið manna forvaktirnar á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsum, hava fast starv aðrastaðni eisini. Tíbetur eiga vit fitt av dugnaligum hjálparlæknum í Føroyum, ið arbeiða í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum ella úti í kommunulæknaskipanini, sum kunnu átaka sær at manna forvaktirnar á smærru sjúkrahúsunum. At hava royndar hjálparlæknar í vakt í 168 tímar uttan íhald kostar tó pengar.
Rokið um løn hjá hjálparlæknum er íkomið, tí nýggja forvaktsskipanin á Suðuroyar Sjúkrahúsi skal fíggjast. Uppgávan hjá forvaktini á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður ikki bert at passa sjúkrahúsið, men eisini at síggja og kanna sjúklingarnar, sum kommunulæknavaktin í Tórshavn heldur hava tørv á at verða sæddir av lækna millum kl. 16 og 08. Tað merkir, at kommunulæknarnir í Suðuroy ikki skulu hava vakt dag og nátt alt árið runt, ið annars slítir og elvir til, at tilgongdin av kommunulæknum í Suðuroy í framtíðini er sera ivasom. Hví Heilsumálaráðið og heilsumálaráðharrin ikki tosa meira um grundgevingarnar fyri at seta skipanina á stovn, í staðin fyri at tosa ávísum løgtingsmonnum eftir munninum, er mær ein gáta. Tað er skuffandi at síggja, at ráðharrin fyri heilsumál alment í fjølmiðlunum blandar seg í lønarviðurskiftini hjá hjálparlæknum. Tað vekir ikki álit, nú tað stundar til nýggjar sáttmálasamráðingar. Eisini er tað skuffandi at síggja ein løgtingslim, ið samstundis er kommunulækni og enntá hevur tíð at gera kristiligt útvarp, seta spurnartekin við førleikan hjá hjálparlæknum, og skírir teir vandamiklar fyri sjúklingarnar. Viðkomandi løgtingslimur átti um nakar vita, at ásetingar eru um hvíld í sáttmálanum – hetta tí, at hann var formaður í felagnum fyri hjálparlæknar í fleiri ár í 90 árunum. At løgtingslimurin leggur eftir lønini hjá hjálparlæknum er eitt sindur undarligt, tí nógvar av ásetingunum, ið elva til lønina, ið løgtingslimurin gremir seg um, stava frá tí tíðini, viðkomandi var formaður.
Lønarviðurskiftini hjá hjálparlæknum í Føroyum eru, sum sagt, ikki betur enn í t.d. Danmark, har flestu føroysku læknarnir eru útbúgvnir og eru tætt tilknýttir. Skal føroyska heilsuverkinum vera lív lagað í framtíðini, so nyttar einki at gera umstøðurnar hjá hjálparlæknum verri, tí so verður trupult at fáa teir til landið. At áhaldandi styrkja og menna heilsuverkið merkir tískil, at fokus má vera á at áhaldandi menna lønar-, útbúgvingar- og granskingarviðurskifti hjá hjálparlæknum í Føroyum, føroyska samfelagnum at gagni.