Grønlendingar og canadiarar kunnu vit nokk ikki samanlíkna okkum við. Teir hava grunnar, sum geva meir enn dupult so nógv, sum teir, sum vit hava loyvi at fiska í. Tó hevur reiðaríið har ? kontraktmessiga ? yvir 10% meir eftir enn vit. Hetta kunnu teir loyva sær. Manningin forvinnur kortini meir, tí teir avreiða meir enn dupult so nógv sum vit.
Aftrat hesum hava canadiarar eina frítíðarskipan, har tú fært dagpening frá statinum tá tú ert heima. Treytin er bert, at tú skal verða minimum 2 ella 3 mánaðar vekk um árið. Hetta er beinleiðis ólógligt í Føroyum fyri fiskimenn, men í flakavinnuni á landi er onkur slík skipan galdandi.
So als ongin møguleiki er at eftirlíkna grønlendsku ella canadisku ella fyri tann skuld russisku skipanina, tí fólkið hjá okkum far ov lítið, sum nú er. Har er als onki at taka. Reiðaríið far eisini alt ov lítiðm so har er heldur onki at fara eftir.
Flemish Capp er altjóða øki, so tað er altjóða fyritreytir, so tað er russarir og eystarar, vit fyri ein stóran part kappast ímóti. Ikki er neyðugt at koma inn á, hvat útreiðslurnar hjá teimum reiðaríunum er í mun til okkara, har manningarlønin næstan ongin. Íslendingar hava flagga felstu rækjuskip síni inn til teir, fyri at yvirliva. Bert 2 ordiliga íslendsk skip eru eftir á Flemish Capp nú. Eitt árið vóru tey 38 stk.
Tað, sum eg ætlaði at koma inn á, er norska skipanin. Um vit samanlíkna okkum við teir, so hava teir eina heilt aðra skipan enn okkara. Tað er í alt ov lítlan mun komi fram undir hesi diskutiónuni, sum verði hevur um rækjuvinnuna. Tað hevur bara verði sagt, at norðmenn klára seg, og annars onki um hví.
Sambært Føroya Banka kann ein norskur rækjubátur, á stødd við okkara, forrenta 20 mill. meir enn ein føroyskur við sama fiskarí. Hví? Jú, tað er tí, at yvirmanningapartar teirra eru 1/2 av okkara ella minni. Haraftrat lønar tað seg hjá reiðaríinum at hava færri manns. Úrslitið er, at bæði manning og reiðarí hava meir at bíta.
Ein norskur trolari hevur uml. 5 manns minni umborð enn ein føroyskur trolari. Teir hava also 5 partar eyka at bíta millum manningina. Eisini reiðaríið hevur nógv meir eftir vegna minni yvirmanningapartar. Hetta ger so, at reiðaríið er meir áhuga í at effektivisera fabrikkina við automatikki. Haraftrat vísir tað seg, at teir í meðal fáa uml. 1?2 kr. meir fyri kg., so onki tíðir uppá, at teirra rækjur eru verri arbeiddar enn okkara orsaka av minni fólki. Men harafturímóti hava teir eina nógv einklari framleiðslu, kókað ofta bert eina stødd og rest blanda saman í eina stødd til rátt.
Um vit gjørdu soleiðis so fingu vit enn minni prís, so hetta er sum fyrr í tíðini at norðmenn fingu nógv meir fyri teirra saltfisk hóast verri kvalitet.
Nógv hevur verið grenja um, at føroyskir fiskimenn hava fingið 15% frádrag av lønini, men ein norskur fiksimaður betalir næstan ongan skatt.
So spurningurin er um vit ikki skulu taka norsku skipanina upp, t.v.s. at hetta blívur ein spurningur ímillum reiðarafelagið og yvirmanningarfeløgini og fiskimannafelagið.
Eg sigi ikki, at vit skulu kopiera teir, men tað man kunna finnast ein millumvegur.