Tá ið ríkislógartilmæli var samtykt í fjør summar var m.a. sagt í viðmerkingunum at »Sum avleiðing av teimum hoyringum, sum hava verið í fjør heyst, verður skotið upp, at reglurnar viðvíkjandi ES-ríkisborgarum bara hava virknað, tá ið serligur tørvur er á arbeiðsmegi. Sambært viðmerkingunum til hesa áseting er serligur tørvur á arbeiðsmegi, tá ið arbeiðsloysið í Føroyum er lágt.
Um so er, at arbeiðsloysið í Føroyum, soleiðis sum tað verður uppgjørt á Hagstovu Føroya, í eitt samanhangandi tíðarskeið á í minsta lagi tríggjar mánaðir, fer upp um 3,5 %, boðar Føroya Landsstýri donsku útlendingamynd- ugleikunum frá hesum. Hetta hevur við sær, at umsóknir um uppihaldsloyvi til ES-ríkisborgarar ikki verða viðgjørdar í mun til hesa serligu áseting, av tí at tað ikki verður mett, at serligur tørvur er á arbeiðsmegi, tá ið arbeiðsloysið er oman fyri 3,5 %...»
Sum støðan er í løtuni, so er einki, ið bendur á, at gongdin við vaksandi arbeiðsloysi fer at venda í bræði – tvørturímóti síggja undirritaðu feløg javnt og samt, at limir okkara hava minkandi arbeiði og fallandi inntøkur. Hetta hevur verið serliga ringt hjá sjófólki síðani 2007, og hevur eisini rakt hart hjá arbeiðsfólki á landi síðani oktober 2008, tá ið arbeiðloysi tók dik á seg.
Sum talvan niðanfyri frá Hagstovu Føroya vísir, so fór arbeiðsloysi upp um 3,5% í juni mánaði, og er síðani vaksið til 4%. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysi fór í mai mánaði upp á 3,5% og er síðani vaksið til 4,2%.
Arbeiðsloysi skift á mánaðir og mát
Gongdin síðani oktober mánaði 2008 hevur verið greið, og tað er í løtuni einki sum bendur á, at henda neiliga gongd broytist í bræði. Grundgevingar eru tí ikki fyri, óavmarkað at loyva fleiri útlendingum inn í landið at arbeiða, tí tað eru arbeiðstøk fólk í øllum teimum vinnugreinum, sum útlendingar vanliga koma til Føroyar at starvast í.
Undirritaðu heita eisini á landsstýriskvinnuna við innlendismálum um at tryggja, at lógin um útlendska arbeiðsmegi verður hildin, og at tey sum eru komin higar at starvast hava virðilig arbeiðskor, so leingi arbeiðsloyvi er galdandi.
Vinarliga
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag










