Viðvíkjandi skúlabókaútgávu

Ein síðsta viðmerking á hesum sinni til Jonhard Mikkelsen, blaðstjóra

At skifta orð við hampafólk um umráðandi evni og stríðsmál kann vera bæði áhugavert og gagnligt, sjálvt um tú kanska ert grundleggjandi ósamdur við tann ella tey, sum tú eigur orð saman við. Sjónarmiðini kunnu roynast, brótast og brýnast. Men ein avgerandi fyritreyt og eitt minstakrav má vera, at viðgerðin fer fram á einum rímiliga reellum grundarlagi, millum annað við røttum faktiskum tølum.
Hesa grundleggjandi fyritreyt fyri einum konstruktivum orðaskifti lýkur Jonhard Mikkelsen tíverri ikki. Og tá ið hann nú endurtekur sínar snaringar og skeivleikar, so er so lítið hjá mær at gera - ja hann leggur longu í vaðið í tí allar fyrsta setninginum: "Skúlabókagrunnurin fær stívliga 6 milliónir krónur í stuðli." (Tað rætta talið er 5,2 milliónir í 2002 og 4,8 milliónir krónur í 2003). Og hetta sama, har sum tøl í milljónaklassanum koma skeivt fyri, heldur hann so á við í hesi seinnu greinini í Dimmalætting og Sosialin-um - viðvíkjandi Bókamiðsøluni, sum hann játtanarliga heingir um hálsin á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag og Skúlabókagrunninum, viðvíkjandi stuðulskontuni í Mentamálaráðnum m.a. hjá privatum forløgum til at geva út skúlabøkur fyri (prátið um kappingaravlagandi stuðul er heilt burturvið), viðvíkjandi útgávusíðutalinum hjá Føroya Skúla-bókagrunni, sum er framvegis skeivt roknað hjá honum, viðvíkjandi stuðli pr. útgávu og/ella stuðli pr. blaðsíðu. Osfr., osfr.
Jonhard Mikkelsen tykist ikki at duga at skilja - ella hann vil ikki skilja - at tølini, eg nevni í rættleiðing mínari, eru ikki relativistisk gummitøl, men absolutt veruleikatøl!
Eitt, ið Jonhard Mikkelsen fer ov lættliga um, eru krøv til undirvísingarmiðlar. Hetta avgerandi evnið í hesum samanhanginum krevur eina djúpari og nógv meira umfatandi viðgerð enn tað, sum møguligt er á hesum staði. Tí hetta er aðaltátturin í teirri skúlabókagerð, ið tekur sítt arbeiði í fullum álvara, og hetta er tað, sum ger, at undirvísingarmiðlaútgáva er nógv øðrvísi og torførari - og eigur at vera øðrvísi, torførari, drúgvari og tí upp á seg dýrari - enn øll onnur útgáva, sum eg veit um at siga.

Langevåg í Noregi, 10. juli 2003.