Viðvíkjandi samráðingunum um sáttmála um sjúkraflutningsstarvsfólk

Útvarpið hevur tosað við Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, og vit hava frætt, at semingsmenninir løgdu einki semingsuppskot fram, tí tað var ov langt millum partarnar

Í middagssendingini mánadagin segði forkvinnan, at tey krevja faktisk ikki meira enn onnur hava fingið. Tað kann tí tykjast undarligt, at eingin semja er funnin.
Tí skal verða sagt frá, at tað er ikki satt, at tey bara krevja tað sama sum onnur.
Sjúkraflutningsstarvsfólkini fáa í dag somu løn, sum tey fingu í september 2007.
Onnur, sum starvast hjá landinum, hava síðan tá fingið lønarhækkan 3 ferðir 3%.
At krevja tað sama sum onnur, átti so at verið at kravt um leið 9%.
Men tað, sum felagið krevur, er eftir okkara útrokningum um leið 18%, og tað er tað, sum ger samráðingarnar truplar.


Snorri Fjallsbak, stjóri
Fíggjarmálaráðið
Lønardeildin