Vísandi til at friðingarnevndin fyri Suðuroyar sýslu hin 28. nov. 2002 við-mælti verkætlanina hjá Landsverkfrøðinginum til nýggja fergulegu á Trongisvágsfirði, og at yvirfriðingarnevndin seinri staðfesti niðurstøðuna hjá friðingarnevndini, skal Føroya Náttúruverndarfelag eftir nevndarviðger í dag heita á yvirfriðingarnevndina, at taka málið um plasering av leguni og grótkastinum upp til nýggja viðger, tá nýggjar upplýsingar eru komnar fram um sjáldsaman taravøkstur, ið einans finnist kring hólmarnar á Trongisvágsfirði.
Kanning hjá Biofar frá 1999 um smádjóra- og plantusløg á grunnum vatni á føroyskum firðum, sigur frá, at serstaka tarðaslagið Fugus serratus, ið ikki áður er funnið á landinum, má verða komið til Lítla Hólm seinru 10 til 20 árini.
Vísindaligar kanningar eru áður gjørdar í økinum. Í árinum 1800 sigur lívfrøðingurin Landt frá, at hesin tarðin var vanligur fram við føroysku firðunum. Ivi er um hetta er rætt, tí síðan hava 4 aðrir granskarar í 1819, 1870, 1902 og í 1982 leita eftir Fugus serratus, uttan at hava funnið hann. Mett verður tí, at Landt í 1800 á einhvønn hátt hevur mistikið seg.
Aðrar kanningar verða í løtuni gjørdar á Náttúruvísindadeildini í samstarvi við útlendskar granskingarstovnar um føroysku firðirnar og djóralívið, og savn-að er longu hópur av upp-lýsingum á kortyvirlit um støð í landinum, har fuglur reirast og heldur til líkasum ferðing hjá laksi og síli til áarmunnar.
FNU loyvir sær at vísa yvirfriðingarnevndini á, at landsstýrið hevur tikið undir við (november 1998) norðurlendsku ætlanini til vernd av umhvørvi og náttúru. Her veður m.a. lagt áherðslu á, at tryggja margfaldni av plantum og djórum, teirra biotop og tilhaldsstøð, og samstundis tryggja eina burðadygga nýtslu av náttúru- og ílegutilfeinginum.
Serstakt skulu sjáldsom og hótt plantu- og djórasløg tryggjast so lívfrøðiliga margfaldni er so stórt sum gjørligt.
Hjálagt er yvirlýsing frá FNU um málið frá 12. apríl. Nevnd eru har onnur viðkomandi viðurskifti um tað neyðuga at verja Lítla Hólm, so økið her verður frítt av grótkastinum.
Hetta er alneyðugt tá alt plantu- og djóralív í økin-um fær fullkomiliga broytt-ar umstøður tá 4-5 metur djúpa rennan millum hólmin og land typpist.
Føroya Náttúruverndarfelag metur Lítla Hólm, og alt økið við víkina ? Punthavn og Birgishavn ? at vera náttúruøki burturav, ið hevur allar fortreytir fyri at verða friðað sambært lógini um náttúrufriðing. Umframt at økið ber av í vakurleika, fornir lutir eru í økinum og siðsøguliga tilfeingið er stórt, er hetta tilhaldstað hjá hópin av fugli og útferðapláss hjá fólki.
Vísindaliga áhugamál eru, sum víst, á staðnum og hava verið tað síðan 1800, so álvarsamar orsøkir eru til at yvirfriðingarnevndin tekur málið upp til nýggja viðger.
Vit leggja við avrit av yvirlýsing frá 12. apríl og loyva okkum at siga frá, at málið verður kunnað alment.