Viðvíkjandi dystinum ímillum Søljuna og St.Ì.F

Viðvíkjandi hondbóltsdystinum ímillum Søljuna og St.Ì.F. Ein dystur skuldi verða á Giljanesi 13.12. 2001. kl. 18:00. Spælarnir hjá Søljuni, dómarnir sum H.S.F. hevði sett til dystin og áskoðarar vóru møttir upp, men St.Í.F. møtti ikki, ongi avboð vóru komin.

 

Nú lesa vit í bløðunum, at Jógvan Martin Mørk sigur, at dysturin skal spælast. Út frá hvørjum sigur hann hetta. Í grein 6.05 í reglunum fyri hondbólt stendur: Møtir eitt lið ikki uttan avboð ella er tað ikki spæliklárt, kann kappingarnevndin avgera dystin taptan fyri viðkomandi lið.

Ikki nokk við tað. Søljan møtti eisini til ein annan leikdag, sum H.S.F hevði ásett, tá møtti St.Í.F. heldur ikki upp, tá kom avboð 2 tímar áðrenn dysturin skuldi spælast, tá vóru okkara spælarar sum eru í Havn, longu komnar vestur og tær sum vóru her vesturi høvdu fingið sær frí, tí tær skuldu spæla.

Men hesuferð komu als ongi avboð, sama skili, genturnar høvdu fingið sær frí, tí tær skuldu spæla ein avgerandi dyst, hitaðu væl upp komu inn á vøllin beint áðrenn kl. 18:00, men ongin at spæla ímóti.

So Jógvan Martin Mørk, hvat hava vit eina reglugerð til, um hon ikki skal haldast, líka fyri øll. Í fjør tapti Tjaldur ein dyst ímóti V.B., tí tær møttu ikki. upp.

Vit í Søljuni føla okkum fyri tað turra spot, møta upp 2 ferð og hitt liði møtir ikki.

Viðvíkjandi dystinum er dómaraseðil skrivaður, dómarnir hava skriva undir. Fyri okkum er dysturin endaliga avgreiddur. Vit møta ikki upp 3. ferð.

Við hondbóltskvøðu.