Viðv. blámusoppi í Kommunuskúlanum

Tíðindaskriv

Tórshavnar kommuna bað í fjør Teknologisk Institut um at gera eina kanning av hvørt blámusoppur er í Kommunuskúlanum.

 

Blámusoppur er ikki akut skaðiligur:

Nógvar mytur eru tengdar at blámusoppi, og oftast seta fólk blámusopp í samband við álvarsligar bakteriur og sjúkur o.l. Tí er sera umráðandi at skilja millum trúgv og vitan hvat blámusoppi viðvíkur.

 

Tað skal undirstrikast, at blámusoppur finnst allastaðni í náttúruni og í luftini vit dagliga innanda, og er mest útbreiddur í august-september. Og tað skal eisini undirsktrikast, at blámusoppur er ikki vandamikil undir vanligum umstøðum. Føroyingar ið fáa sær ein bita av skerpikjøti, eta eisini tá samstundis blámusopp, sum liggur uttast á skerpikjøtinum.

 

Tað er eisini vísindaliga staðfest, at blámusoppur viðførir ikki akuttan ampa hjá fólki, men tað eru ávísir bólkar av fólki ið eru serliga viðkvom, og sum sostatt tola minni av blámusoppi enn onnur.

 

Blámusoppur ofta blást upp:

Í Danmark hava tað seinastu minst 20 árini verið afturvendandi og til tíðir sensatiónskend skriving í fjølmiðlum um bygningar við skimmelsvampi. Hetta hevur givið fólki sum heild eina fatan av, at skimmelsvampur er nakað serliga vandamikið, og hetta viðførir oftani ógrundaðan ótta og reaktiónir frá foreldrum og starvsfólkum. Nógv dømi eru úr m.a. Danmark, har bygningseigarar hava reagerað í panik og sett tiltøk í verk sum ikki hava loyst trupuleikarnar, og enntá í vissum førum forverra støðuna.

 

Vísindaligar kanningar

Ongar størri kanningar eru gjørdar í Føroyum av blámusoppi í skúlum, men tað verður granskað nógv aðrastaðni. Í Danmark varð gjørd ein størri kanning sum endaði í 2002.

 

Granskarar meta, at upp ímóti helvtin av donskum skúlum hava fuktskaðar. Ongin orsøk er at halda at støðan í Føroyum er munandi annarleiðis enn í Danmark. Fuktskaddir bygningar fáa tó ikki neyðvendigvís trupuleikar við blámusoppi. Tað avhongur í stóran mun av hvat byggitilfar er nýtt. Timbur og tapet geva størst risiko fyri vøkstri av skimmelsvampi, meðan tað krevst sera stór fuktigheit fyri at skimmelsvampur kann vaksa á betongi og pussi.

 

Kommunuskúlin er í høvuðsheitum ein betongbygningur.

 

Granskarar hava eisini ávíst, at skimmelsvampur er vanliga bert ein av fleiri faktorum sum hava týdning fyri um starvsfólk ella næmingar í skúlum hava ampa av høvuðpínu, turrar slímhindur og manglandi konsentratión. Á skúlum eru vanliga nógv fólk savnaði, og persónsbelastningur er ein týðandi orsøk til slíkar ampar. Granskarar hava víst á, at fólk við astma, hoyfepur, psykososialum trupuleikum, t.d. um ein næmingur verður happaður, hava størri risiko fyri høvuðpínu, turrum slímhindum og manglandi konsentratión, enn at uppihalda sær í einum bygningi við skimmelsvampi.

Danska kanningin frá 2002 staðfesti eisini, at samanhangur er millum blámusopp, og irritatión av eygum og andingarleiðum o.a., men samanhangurin var rættuliga veikur. Kanningin vísti nevnliga tað óvæntaða úrslitið, at tað vóru ikki fleiri fólk við inniklimasymptomum í skúlum har ógvusligur vøkstur av blámusoppi var staðfestur, enn á skúlum uttan blámusopp. Og tað vóru heldur ikki fleiri við veruligum allergiskum reaktiónum á skúlunum við nógvum vøkstri av blámusoppi.

 

Kanningin av Kommunuskúlanum:

Kanningin hjá Teknologisk Institut staðfesti, at í 2 av 20 royndum var støði av blámusoppi omanfyri vegleiðandi markvirðir, og var hetta í einum gongsøkið. Blámusoppur var ikki staðfestur omanfyri vegleiðandi markvirðir í klassastovum og lærarastovu, ella øðrum rúmum har fólk uppihalda sær í longri tíð í senn.

 

Umsitingin hjá kommununi fór síðani undir at meta um innihaldið í frágreiðingini, fyri at takað støðu til um úrslitini góvu orsøk til at gera inntriv beinanvegin, og um vandi var fyri at blámusoppurin fór at nørast meira.

 

Niðurstøðan av hesi meting var:

 

At blámusoppavøkstur í rúmum har fólk uppihalda sær í longri tíð var ikki á einum støði sum viðførir ampa fyri vanliga fólk.

At tey tvey sløgini av blámusoppum sum vanliga geva orsøk til ampar vóru í tí eina førinum ikki staðfestir og í hinum førinum staðfestir í nøgdum niðanfyri vegleiðandi markvirðir.

At fortreytirnar fyri at blámusoppurin kann nørast eru ikki til staðar, við tað at relativa fuktin í rúmunum har fólk uppihalda sær í longri tíð, er munandi undir fuktmarkinum fyri nær blámusoppur kann nørast.

 

Handlingsætlan:

Út frá metingini hjá umsitingini av frágreiðingini frá Teknologisk Institut varð semja um hesa handlingsætlan:

 

Næmingurin við serligari lungnasjúku, sum var orsøk til at kanningin var gjørd, skuldi flytast í fyribils skúlastovurnar so skjótt hesar vóru klárar.

Lærarastovan og umsiting skuldi flytast í Gamla Realskúlan, sum tá var undir innrætting til fyrisitingarbygning, so skjótt hølini har vóru klár at takað í nýtslu

Eitt vindeyga skuldi skiftast í tónleikastovuni

Bráfeingis reinsing og ábøtur skuldu gerast í gongini har mesti blámusoppurin var staðfestur, tá lærararnir vóru fluttir oman í Gamla Realskúlan

Orsøk var ikki at broyta arbeiðssetningin hjá arkitektinum viðvíkjandi heildarætlanini fyri Kommunuskúlan, sum skal halda fram eftir upprunaliga ætlaða leistinum, og skal fyriliggja 1. apríl 2008. Raðfestingin av hvørjir partar av skúlanum skulu umvælast fyrst, skal m.a. takað støði í frágreiðingini frá Teknologisk Insitut

 

Kunning:

Við støði í, at kommunan ikki hevur fingið aðrar fráboðanir um ampar av inniklimanum í Kommunuskúlanum enn í samband við henda eina næmingin sum hevur eina lungjasjúku, og at ein loysn var funnin fyri hansara viðkomandi, var ikki mett at frágreiðingin hjá Teknologisk Institut týddi uppá ein so umfatandi trupuleika, at neyðugt var við almennari kunning um málið.

 

Men nú hava skúlaleiðsla og trygdarumboð úttalað seg um málið, og hava ført fram at talan er um álvarsligan heilsuvanda, uttan at hava fakliga førleikan at meta um tað. Teir hava sostatt gjørt júst tað sum so øgiliga nógv dømir eru um úr útlandinum – nevnliga at dyrkað myturnar um blámusopp, og hava teir harvið loypt ógrundaðan ótta á næmingar, foreldur og starvsfólk.

 

Tí hevur kommunan avgjørt at senda hetta kunningarskriv út.