Festivaløkið, ið sum heild hevði verið eitt sindur ov tómligt, byrjaði so smátt at fyllast við fólki, tá Teitur fór á Jóansøkufestivalpallin.
Tá ið Teitur byrjaði at spæla, legði tað seg ein løgin morgunball-stemningur yvir fólki. Festivaløkið føldist sum eitt stórt, gott morgunball. Sangirnir hjá Teiti vóru ógvuliga ?down on earth?, og hann dugdi sera væl at skemta við áskoðarunum. Hvat skal man siga? Hann er bara Teitur? Í einum lagi, fekk hann Una Debess upp at spæla guitar saman við sær, og man hugsaði?hvussu ber tað til at vit hava so nógvir dugnaligir tónleikarar í Føroyum? Eg hugsaði við einum smíli: ?Innalv man eisini hava eisini sínar fyrimunir.?
Tjóðhild Patursson










