Við takksemi, Eyjálvur Mikkelsen

So fór aftur ein um sýnina, afur ein var liðugur at laða sín vara.

Sjálvt um árini vóru komin, so er ikki lætt at góðtaka at tíðin var har og tímarnir taldir.

Eyjálvur var soleiðis, at vit hildu at hann altíð fór at verða, har hann altíð hevði verði, hann var við tí góða og góðsliga, altíð við tí positiva, sjálvt tá svartast sá út.


Eyjálvur var familjukærur sum fáur, ja, tað hann ikki visti, var ikki vert at vita. Hann visti alt um øll, tá familjur vóru á skránni. Vit hava mist - næstan - eina leksikon, tá gamla Havnin var uppi og vendi.

Eyjálvur var ein ógvuliga vitugur maður, upplýstur og væl belisin, ikki bert frá einari síðu, men fleiri. Hann visti hvat hann tosaði um.


Tá hugsað verður um barna- og ungdómsárini, vóru tey ikki løtt, tey í Dávastovu mistu faðir og móðir alt ov tíðliga, yngstur av 12 systkjum var tað ikki altíð so lætt tað heila.


Næstan at vaksa upp á Sanatoriinum í Hoydølum var ikki altíð so stuttligt, og vóru tað sera ring ár, ið Eyðálvur og fleiri av beiggjum hansara máttu ígjøgnum.


Hóast mótgongd, sorg og sjúku, so koma nøkur fólk styrkt úr trongdini, Eyjálvur var heldigur, hann fekk tann dýrabara skatt at møta Ullu, tey vóru nakað heilt fyri seg og sigldu heilskapað um skerini.


Nú gøtan er enda og hurðin er læst, sita vit við minninum, minninum um allar tær góðu løtur, allan láturin, allar søgurnar og tað vitan, vit fingu við í okkara viðføri.


Vit hyggja niðan á sýnina. Varðar av ymiskum støddum og skapi daga móti sólsetrinum. Eyjálvur hevur lagt sín síðsta stein og er farin heim, vit syrgja við takksemi. Hansara varði er liðugur.


Góði Eyjálvur, fyri okkum vóru tú og Ulla okkara, fyri Steingrím og Lisu vart tú abbin, túsin takk.


Við sorgblídni

vit á Norðasta Horni