Tvey fólk vórðu í gjár flutt á eitt sjúkrahús í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires eftir eina ferðsluvanlukku, og hóast læknarnir royndu at bjarga lívi teirra, eydnaðist tað ikki.
Men avvarðandi hjá teimum báðum vildu ikki góðtaka boðini um, at tey vóru deyð, og eina løtu seinni tustu umleið 50 fólk inn á sjúkrahúsið, har tey royndu at fáa fatur á læknunum og øðrum starvsfólki. Nøkur av teimum avvaðrandi høvdu skotvápn við sær.
Alberto Vastaneda, sum er leiðandi yvirlækni á Fiorito de Avellanada-sjúkrahúsinum (myndin), sigur við fjølmiðlarnar, at starvsfólk máttu skunda sær at flyta nakrar sjúklingar, samstundis sum læknarnir og onnur leitaðu sær skjól í ymsum rúmum.
Endin var, at heilsumálaráðharrin í lokalstjórnini mátti fara á sjúkrahúsið at sissa tey avvarðandi og at vissa tey um, at sjúkrahúsið hevði gjørt tað, sum kundi gerast.