Leygardagin hin 19. september varð farið í Ærskor, sum er lítið fitilendi vestantil á Koltri. Koltursfólk hava brúkt Ærskor seyð í summarhálvuni.
- Skorseyðakjøt er frálíka gott og ikki minst, tá talan er um veðra- ella gamalseyðakjøt. Men, tá talan er um brattlendi og torførar tøkuumstøður hevur tað hóskað seg væl at sleppa hornaseyði niður. Hornaseyður er vanliga lættari at fáast við enn ærseyður.
Tað skrivar Bjørn Patursson, fyristøðurmaður í Koltri, á Facebook-síðuni - Koltur - eftir at seks ungir, djarvir og raskir menn høvdu loyst hesa uppgávu í Koltri nakrar dagar herfyri.
Í frásøgnini vísir fyristøðumaðurin á, at í gamla bóndasamfelagnum vóru allir møguleikar troyttir til tess at útvega mat til húsarhaldið. Umframt teir 160 áseyðirnar, sum Koltur ber, høvdu koltursfólk eisini seyð í fleiri fitilendum kring um í oynni.
##med2##
- Vanligt var at hava tveir seyðir í Ærskor. Her er væl valla og ikki so ring at søkja. Men, ikki altíð hevur gingist so væl í hond, sum hendan dagin. Eitt nú sigur Niclas í Koltri í samrøðu við Niels Juel Arge í 1978 frá søgu, har teir fleiri ferðir máttu søkja Skorina fyri at fáa hendur á seinasta seyðinum.
Bjørn Patursson, sum eisini eigur viðheftu myndir, greiðir frá, at henda dagin vóru seks ungir menn við í Ærskor, og tað stóð ikki á at fáa seyðin til høldar. Hesaferð vóru tvey veðurlomb í Skorini, og tey vigaðu ávikavist 33 og 42 pund.
##med3##
##med4##