Við í norðurlendskum samstarvi

Í londunum í útnorði eru javnaðarflokkarnir og arbeiðararrørslan ikki so tætt knýtt sum í skandinavisku londunum

Eirikur Lindenskov


Landsstevnan er hægsti myndugleiki hjá Javnaðarflokkinum. Hon skal haldast minst fjórðahvørt ár, men annars eftir tørvi. Millum landsstevnurnar er landsfundurin hægsti myndugleiki. Landsstevnan kann broyta virkisskrá o. s. fr., meðan landsfundurin viðger lógaruppskot, politikkin o. s. fr., sigur Hans Jørgensen, skrivari hjá Javnaðarflokkinum.

Landsfundurin velur floksleiðsluna. Hon er hægsti myndugleiki millum landsfundirnar, og har eru umboð úr øllum valdømum, og fáa feløgnini ein lim í hana fyri hvørjar 100 felagslimir tey hava.

Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum hevur regluligar fundir fýra ferðir um árið, men er okkurt serstakt á skránni, so verður floksleiðslan kallað saman. Tað kann eitt nú vera samgongukreppa ella líknandi.

Landsfundurin velur eina starvsnevnd, sum hevur dagliga raksturin av flokkinum um hendi. Í hana verða vald ein formaður, ein næstformaður, ein skrivari og tveir nevndarlimir.

Frá 1. januar komandi hevur Javnaðarflokkurin eina floksskrivstovu á Gamla Apotekinum í Havn. Í løtuni starvast hann sum skrivari fyri tingbólkin, men hetta virksemið verður víðkað til at umfata alla floksskrivstovuna.

Javnaðarflokkurin er limur í norðurlendska felagsskapinum, Samak. Hetta er felagsskapur fyri javnaðarflokkar og arbeiðarafeløg í Norðanlondum. Í Danmark, Finnlandi, Noreg og Svøríki eru javnaðarflokkarnir og arbeiðarafeløgni við í hesum felagsskapi, meðan í Føroyum, Íslandi og Grønlandi bert javnaðarflokkarnir eru við.

? Í skandinavisku londunum eru javnaðarflokkarnir og verkafeløgini skipað øðrvísi. Tey hava tætt tilknýti, og hava umboð í organisatiónunum hvør hjá øðrum, greiðir Hans Jørgensen frá.