Tað segði hann á Hvonn Live fyri løtu síðan.
Helgi L. Petersen var gjøgnum kappingina av tí sannføring, at Christian Høgni Jacobsen var mest eyðsýndur, men Fróði Benjaminsen vísti veruliga sína styrki í seinastu dystunum.
- Hann er høvuðsorsøkin til, at HB vann føroyameistaraheitið, og tað sigur ikki lítið, er niðurstøðan hjá honum.
Helgi L. Petersen vísti á, at HB hevur staðið seg best í innanhýsis dystunum móti hinum oddaliðunum. HB fekk 13 stig av 18 møguligum í dystunum móti NSÍ og EB/Streymur. Sundalagsmenn, sum vóru nummar tvey, fingu bara trý stig.
- Trýstið økist altíð í seinastu umførunum, og spenningurin er stórur. HB dugdi best at handfara trýstið í seinastuni, heldur Helgi L. Petersen.
Ársins spælarar, ársins stjørnuskot, ársins málverjar, ársins venjarar og ársins dómari verða avdúkað í Hvonn Live í kvøld.