Viðmerkingar til starvið sum sjúkrarøktarstjóri

Gjøgnum fjølmiðlarnar fáa vit at vita, at landsstýrismaðurin, hevur tikið avgerð um, at ongin sjúkrarøktarstjóri skal setast í verandi starvið á Landssjúkrahúsinum. Í staðin skal annar sjúkrarøktarfrøðingur røkja hetta starvið afturat sínum egna. Givna grundin er, at “ongin” fer at søkja starvið

Vit undrast, hví landsstýrismaðurin hevur valt at gera ein fyribilsbygnað, sum hevur so álvarsligar fylgjur fyri ein fakbólk, uttan at taka allar partar við í arbeiðið. Tann, sum hevur innlit í ástøði um organisatiónskultur, veit, at slíkur framferðarháttur kann føra til stríð. Mótstøða móti t.d. bygnaðarbroytingum kann linkast betýðiligt, um starvsbólkurin verður tikin við í arbeiði frá byrjan.

Tá tað er sagt, so kann eisini verða spurt, hvussu viðkomandi, sum hevur fingið hetta starv í boði skal kunna røkja hetta sera arbeiðskrevjandi starvið afturat sínum egna.

Nógvar granskingargreinar staðfesta týdningin av at sjúkrarøktin er við í toppleiðsluni. Tað hevur positivt árin á kvalitetin í sjúklingagongdunum, t.d. við øktari nýtslu av evidensbaseraðari røkt og viðgerð, við øktari sjúklingatrygd, øktum sjúklinga- og starvsfólkanøgdsemi, øktari starvsfólkamenning og fasthaldan av starvsfólkum.

Hesar staðfestingar hava ført til, at Joint Commission of Accreditation í 2007 setti sum kriterii fyri akkreditering av sjúkrahúsum, at sjúkrahúsið hevur ein sjúkrarøktarfakligan leiðara í toppleiðsluni, væl at merkja ein leiðara, sum “assumes an active leadership role with the organization’s governing body, management, organized medical staff, and clinical leaders in the organization’s decision-making structures and process”. (The Joint Commission. Hospital Accreditation Standards. Oakbrook Terrace, Ill: Joint Commission; 2007). Sum vit skilja hesar reglur, so kann hetta starvið sum sjúkrarøktarfakligur leiðari í toppleiðsluni als ikki røkjast forsvarliga við síðuna av einum øðrum starvi.

Tá Joint Commission hevur sett hetta sum kriterii fyri akkreditering av sjúkrahúsum, so vildi tað verið náttúrligt, at tikið hetta við, tá støða skal takast viðvíkjandi nýggjum sjúkrahúsbyggnaði. Tí tann tíð man ikki vera so langt burturi, at eisini føroyska sjúkrahúsverkið fer at hava tørv á akkreditering.

Til frama fyri bæði sjúklingar, avvarðandi, starvsfólk og samfelagið alt skulu okkara ráð til landsstýrismannin tí vera at lýsa eftir sjúkrarøktarstjóra beinanvegin. So kann hesin vera við í arbeiðnum við bygnaðarbroytingum saman við felagnum og øðrum góðum fólki, sum øll ynskja heimsins besta heilsuverk.

Við hávirðing