Viðmerkingar til niðurbrótandi skriving um hondbóltsdómara

Hondbóltskappingin 98/99 hevur verið sera mennandi fyri føroyskan hondbólt.

Nógv sera mennandi tiltøk eru framd og samstarvið ímillum HSF, feløgini, leikarar, venjarar v.m. hevur verið fyrimyndarligt.

Tó so, eitthvørt gleps leikara ímillum ella frá áskoðarum er komið tá harðast leikar á, men hetta er gloymt aftur, so skjótt bylgjurnar hava lagt seg.

Tí vóru tað fleiri, ið gjørdust sera illa við, tá Birgir Sondum verður dálkaður til í fjølmiðlum okkara.

Birgir hevur seinastu mongu árini nýtt fleiri tímar hvønn einasta dag fyri at rætta ítróttinum eina hjálpandi hond. Sum formaður, nevndarlimur, venjari, leikari, dómari eins og fyrireikari av ótal av tiltøkum til frama fyri ítróttin.

Í mongum førum hevur hann ofra seg meira enn gott er, bert fyri at onnur kunnu fáa eitt ítróttar upplivilsi.

Tey ið kenna til at arbeiða sjálvboðið og nýta alla sína frítíð fyri at onnur kunnu hava tað gott, kenna hesa útspilling aftur. Stundum í orðum beinleiðis til viðkomandi, stundum aftanfyri ryggin á viðkomandi og sum nú, beinleiðis í fjølmiðlunum.

Tey ið koma við slíkum ósakligum útspillingum, eru undrandi fólk, ið ein ikki kennist við, tí ein hevur ongantíð sæð ella hoyrt um tey, tá tungu tøkini skulu takast. Ein visti ikki at tey yvirhøvur høvdu áhuga fyri ítrótti, tí tá tøkini skulu takast, eru tað somu fólkini ið gera arbeiðið og tí løtt at kenna aftur.


Fleiri »dómarapør« Kyndil hevur lagt stóra áherðslu á, at hava so nógvar dómarar sum gjørligt og hevur havt skeið við yngri dómarum, so teir kunnu byrja so ungir sum gjørligt og fáa áhuga fyri dømingini.

Birgir hevur sjálvur verið undangongumaður her og hevur arbeiðið givið frukt, við tað at Kyndil hevur fleiri dómarar ið kunnu døma tíðandi dystir.

Dygdin av Birgir sum dómara eins og hinum, fara vit tó ikki at úttala okkum um, tí her hava vit mangar serfrøðingar ið sera fegnir koma við einari meting, eisini um tað skal verða alment.

Vit fara heldur ikki at gera meting um dygdina av dómarum Kyndils í mun til dómararnar frá hinum feløgunum, tí her eru eisini sera mangir serfrøðingar ið betur kunnu gera eina metan.


Fleiri og betur »dómarapør«

Hóast nógv hevur verið gjørt fyri at menna okkara egnu dómarar, so hevur okkara ynski verið, at enn meira varð gjørt burtur úr dómarunum.

Bæði á HSF aðalfundi eins og í leikskrá okkara, hava vit havt uppskot um at meira verður gjørt, eitt nú:


-Dómararnir verða skipaðir í felag ið kann røkja teirra áhugamál.

-Viðurskiftini hjá dómarunum verða gjørd betur, so tað er meira lokkandi at gerast dómarapar.

-Áhugin fyri dømingini verður meir, so tey ungu hava áhuga fyri at gerast dómarar.

-Størri arbeiði verður gjørt, fyri at kunna bæði dómarar, leikarar, venjarar eins og áskoðarar og journalistar um hondbóltslógirnar.


Mennandi arbeiði

Kyndilsfólk eru sannførd um, at betur øll eru kunnaði um hondbóltslógirnar, fleiri dómarar vit hava og betur skúlaðir teir eru, betur hondbóltskapping fáa vit.

Tí undrar tað okkum, at áskoðaninar eru so ymiskar, nú alt bendir á, at hondbóltsfeløg í Føroyum vilja minka um talið av »dómarapørum« og minka um áhugan at døma, tá fylgjandi stig verða tikin:


- Onki »dómarapar til 1. deild.

Kroysta verandi »dómarapør« út.


Er endamálið, at til komandi kappingarár skal øll døming yvirlatast til áskoðarar og leikarar og ikki hava dómarar á vøllinum, so má tílíkt uppskot hugsast sera væl ígjøgnum og má framløgan verða nógv betur enn hon hevur verið higartil.

Kyndilsfólk eru altíð til reiðar at verða við til at menna hondbóltin í Føroyum og fáa fleiri dómarar ið eru betur skúlaðir og hava betur kor at arbeiða undir. Men vit fara ikki at vera við í einum blaðkjaki um ávísar persónar ella skriving ið er til ampa fyri føroyskan ítrótt. Tí kann ikki roknast við, at vit koma við fleiri viðmerkingum til hesa skriving.

Vit vóna ikki, at skrivingin ið hevur verið, fær Birgir at taka seg aftur sum dómara ella nakar av verandi dómarum missir hugin av skrivingini.

Vit vóna, at tað ið eftir er av kappingini, verður í besta ítróttaranda.

Kyndilsfólk eru Birgiri sera takksom fyri megnar arbeiði hann hevur gjørt fyri felagið.


Við ítróttarkvøðu

Kyndil