Viðmerkingar til »hálvárroknskapin« 2002

Niðurstøða:
Tá fíggjarlógin fyri 2002 bleiv samtykt av løgtinginum á heysti 2001, vísti fíggjarlógin eitt avlop uppá 371 mió. kr. Við seinni eykajáttanum og hækkaðum inntøkum er avlopið á fíggjarlógini í august 2002 komið niður á umleið 100 mió. kr.

Til samanberingar kann nevnast, at 100 mió. kr. er ikki nokk til at gjalda avdráttirnar av láninum í Tjóðarbankanum.
Avlopið á fíggjarlógini er minkað við meiri enn 270 mió. kr. í leypið av einans 8 mánaðum. Nú er avlopið komið niður á 100 mió. kr. og væl er hugsandi, at avlopið verður enn minni tá avtorðnar, tí fleiri eykajáttarnir eru væntandi í oktober.

Neyvar inntøkumetingar
Við í metingini av einum avlopi á 100 mió. kr. eru neyvar og væl undirbygdar metingar av inntøkusíðuni. Sostatt kann roknast við, at inntøkusíðan ikki fer at broytast munandi, men fer at hava tær upphæddirnar, sum nú eru mettar.
M.a. er vissa fyri, at blokkstuðulin er 629 mió. kr., og inntøkurnar frá flestu partafelagsskattum eru kendar, tí roknskapirnir eru almannagjørdir nú. Eisini eru metingarnar av inntøkuskattunum og MVG-inntøkunum sera neyvar, tí so mikið av árinum er runnið.
Í hesum sambandi kann ein undrast yvir, at fullveldissamgongan ikki megnar at hava eitt hóskandi avlop á fíggjarlógini tá blokkstuðulin enn er omanfyri 600 mió. kr. og bæði fólkakirkja,løgregla, dómsvald, sjóverja, flogvøllur o.a. enn ikki er yvirtikið. Hvussu ætla teir at fíggja framhaldandi niðurskurð í Ríkisveitingini?

Eykajáttarnir
Harafturímóti má roknast við, at fleiri eykajáttarnir fara at koma í oktober, har triðja og seinasta umfar av eykajáttanum skal fyri tingið. Serliga kann vísast á tørvi fyri eykajáttanum innan heilsuverkið, har Landssjúkrahúsið og ?serviðgerð uttanlands? hava størri útreiðslur enn áður mett.
Annars vísir útreiðslugongdin á stórt sæð øllum økjum, at nógv størri partur av játtanini er nýttur í fyrra hálvári 2002 í mun til fyrra hálvár 2001. Sostatt má roknast við, at antin skulu fleiri eykajáttarnir til, fyri at stovnarnir skulu kunnu røkja sínar skyldur, ella skulu stovnarnir spara munandi í seinna hálvári. Óansæð hvussu trupuleikin verður loystur, vil landskassin merkja tað, antin sum størri útreiðsla av eykajáttanunum, ella sum minkandi skatta- og avgjaldsinntøka orsakað av sparingunum.
Niðurstøðan má tískil vera, at grundarlagið av metingini av einum avlopi á 100 mió. kr. er sera ivasom, og ein meiri varislig meting vildi nokk verið eitt runt 0 á botnlinjuni á landskassaroknskapinum ár 2002.

Góð ráð ...
Man kann einans verða samdur í fíggjarmálaráðnum, tá ráðið skrivar:
?Inntøkur landskassans verða lutfalsliga størri, tá ið stórur vøkstur er í búskapinum. Hetta kemst av, at automatiskir konjunkturregulerandi stabilisatorar eru bygdir inn í skatta-, inntøku- og veitingarskipanir landsins. Tá ið búskaparvøksturin er stórur, verður tí av sær sjálvum tikið meira inn í skatti og avgjøldum, samstundis sum útgjaldingarnar til arbeiðsloysi og tílíkt minka, og øvugt í minni góðum tíðum. Tað er tí týdningarmikið, at útreiðslugrundarlag landskassans verður ikki lagt eftir høgu inntøkum landskassans, nú ið hákonjunkturur er í landinum.?
... sum teir ikki fylgja sjálvir
Spurningurin er, um landsstýrið ikki júst hevur lagt útreiðslugrundarlag landskassans eftir høgu inntøkunum, sum hava verið seinastu árini. Sum nú er, er jú ikki ráð til at gjalda avdráttir av láninum í tjóðbankanum, og enn minni at leggja til síðis. Hetta hóast at talan er um bestu búskaparligar tíðir Føroyar nakrantíð hevur upplivað.