Viðmerkingar til "Enn lívir gamalt føroyskt stabbagrót"

Niels Petersen
Ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni

Í "Fregnum" nr. 19 (4. - 10. juni 2004) hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, bókavørður á Landsbókasavninum, eitt ummæli av bókini "Grót og steinar", sum Føroya Skúlabókagrunnur beint nú hevur givið út. Vanliga geri eg ikki viðmerkingar til ummæli. Í hesum førinum tykist tað tó vera rætt, tí at í ummælinum er tíverri ov nógv, sum er skeivt, og eisini pástandir, ið einki hald hava í veruleikanum. Eg fari ikki at taka alt hetta fram, men vil bara gera viðmerkingar til sumt av hesum.

Ummælarin setur spurnartekin við, um tað er rætta loysnin at samprenta við stór útlendsk forløg, tí at vansarnir eru so nógvir. Ummælarin sigur, at samprentsútgávurnar hjá grunninum eru upprunaliga skrivaðar á enskum til enskar lesarar. Tað er rætt, at nógvar av samprentsbókunum upprunaliga eru skrivaðar á enskum, men tað er ikki rætt, at tær bara eru ætlaðar enskum lesarum. Jú, tær ensku bøkurnar eru sjálvsagt ætlaðar enskum lesarum, men konseptið hjá forlagnum er júst at fáa útgávur á so nógvum málum sum gjørligt, og tí hava bøkurnar ikki útgangsstøði við denti á nærumhvørvinum í einum ávísum landi ella máli. Og hetta er heilt greitt ein fyrimunur. "Grót og steinar" kom út í 2002, og hon er higartil komin út á 30-40 ymiskum málum og í einum upplagi upp á 2 milliónir eintøk. Bókin er skrivað av R.F. Symes doktara, serfrøðingi á økinum, og starvsfólkum í Natural History Museum í London, og eigur hetta at borga fyri dygdini, sjálvsagt. Tá ið Skúlabókagrunnurin gevur út slíkar samprentsbøkur, heitir grunnurin sjálvur á fakfólk um at eftirkanna fakliga støðið, og um bókin er hóskandi til føroyska undirvísingarverkið. Í hesum førinum hevur grunnurin fingið ein av okkara fremstu jarðfrøðingum at meta um bókina og síðan at týða bókina. Har týðarin hevur mett tað hóskiligt, vísir hann til føroysk viðurskifti.

Ummælarin skrivar, at eitt av kendastu grótsløgunum í Føroyum, stabbagrót, verður als ikki nevnt. Til hetta er at siga, at stabbagrót ikki gongur fyri at vera eitt grótslag. Grótslagið er basalt, og tað er sambært leitorðayvirlitinum nevnt á 10 síðum í bókini, og basaltsúlur og basaltstabbar verða nevnd á síðu 16 og síðu 69. Eisini fýlist ummælarin á, at ógvuliga lítið verður skrivað um kolalindir, einki um grótfláir, alt slíkt, sum er meira viðkomandi fyri føroyingar enn ávís fyribrigdi í Bretlandi og USA.

Ummælarin nevnir, at bøkurnar eftir Jóannes Rasmussen áttu at verið nevndar, so lesarin kann nema sær kunnleika og vitan um føroysk viðurskifti, og hann nevnir bøkurnar "Øldir og upphav", "Grót og grund", og "Upphav Føroya í orðum". Hesum kann ummælarin hava rætt í. Men ummælarin gloymir tíverri ella veit ikki at nevna bókina "Føroya jarðfrøði" eftir Jóannes Rasmussen, sum Skúlabókagrunnurin gav út í ár 2000. Hetta er spell, tí tann bókin er í ein mun fortreytin fyri bókini "Grót og steinar", og so hevði ummælarin helst ikki skrivað, sum hann ger. Ummælið av bókini "Grót og steinar" dettur tí sundur.
Í "Føroya jarðfrøði" verða teir tættir væl og virðiliga lýstir, sum ummælarin saknar í "Grót og steinar". Stabbagrótið í Føroyum verður lýst á 4 heilum síðum í orðum og við myndum. Kolalindin verður viðgjørd á trimum síðum, og basaltfláirnar - grótfláirnar - verða allar gjølliga lýstar á til samans einum 15 síðum. Skúlabókagrunnurin hevur við "Føroya jarðfrøði" nettupp tikið støði í nærumhvørvinum, áðrenn farið verður longur út í heim við bókini "Grót og steinar", har ið føroyska grótið verður sett í ein globalan samanhang, tí Føroyar sum kunnugt ikki eru einsamallar á egnari klótu.

"Grót og steinar" er í fyrsta lagi ætlað til skúlabrúks, og til lærarar, sum undirvísa í hesum evnum, og teir eru sjálvandi eisini kunnugir við teir undirvísingarmiðlar á føroyskum, ið eru til taks á hesum øki. Tað hevur ongantíð verið ætlan grunsins, at "Grót og steinar" skal standa einsamøll, men vera ein liður í eini størri útgávuheild. Afturmeldingar, sum grunnurin fær frá lærarum úti í skúlunum, vísa heilt greitt, at hesar samprentsbøkur eru væl umtóktar millum næmingar, og bøkurnar fáa næmingarnar at undrast. Somuleiðis eru bøkurnar við til at nøkta tørvin á nógvum evnum í lesiætlan fólkaskúlans og gera hetta á fakliga so høgum støði, sum hevði verið trupult og dýrt hjá einstøkum londum at útgivið hvørt sær.

Tí er "Grót og steinar" týdd til nógv av heimsins málum, t.d. hava øll Norðurlond samprentað bókina, og somuleiðis so stór lond sum Týskland, Frakland, Italia, Spania, Brasil, USA, Japan, Teiland, Russland, Kanada, arabisku londini og Baltalondini. Skuldi við hesum hildið, at bókin røkkur út um enska marknaðin, sum ummælarin ikki metir.