<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Hetta gekk
Eftir dystin fingu við orðið á venjaran hjá StÍF, Jacob Jónsson, sum eisini hevur leikt við fyrstu dystirnar. Hann var ikki á vøllinum ímóti Kyndli, men hann var glaður fyri bæði stigini.
- Hetta var deiligt at vinna, men vit gera tað í so spennandi. Vit føra við sjey málum í fyrra hálvleiki, og hesa leiðslu mugu vit ikki blaka vekk. Liðið er tó ikki heilt komin í gongd enn, so hetta er ein av grundunum til, at Kyndil kemur aftur í dystinum í dag. Eg meti tó, at vit kenna okkara feilir, og hesum arbeiða vit við í løtuni. Tað týdningarmesta var tó at vinna dystin, sigur Jacob at enda.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Vit brenna alt ov illa
Hjalti M. Jacobsen hjá Kyndli var alt annað enn nøgdur við úrslitið ímóti strandingum. Hann gleddist tó um viljan, sum Kyndil vísti í seinna hálvleiki.
- Vit fáa eina keðiliga byrjan, men eg haldi, at vit vísa fantastiskan vilja, tá vit koma aftur í dystin eftir at hava verið aftanfyri við sjey málum. Men vit tapa snøgt sagt dystin sjálvir, tí vit brenna alt ov nógvar upplagdar møguleikar. Um vit klára at skora uppá bara fáar av okkara mongu møguleikum, so vinna vit dystin trygt. Nú mugu vit hyggja fram til dystin ímóti Neistanum sunnudagin, og hann mugu vit vinna.










