Viðmerkingar Neistin-KÍF

Eftir dystin fingu vit orðið á Claus Rasmussen, venjara hjá Neistanum og Gert Hansen hjá KÍF. Hetta søgdu teir um dystin.

- Jacob var fantastiskur
Eftir dystin fingu vit orðið á venjaran hjá Neistanum, Claus Rasmussen. Hann var sera glaður fyri sigurin ímóti kollfirðingum.
- Hatta var ein góðar dystur við høgum intensiteti, og tað sást, at bæði liðini ætlaðu sær sigurin. Eg haldi tó, at vit vóru oman á, og serliga Jacob í málinum var fantastiskur í dag. Men eg haldi eisini, at ungu leikararnir taka av møguleikanum í dag. Millum annað kemur Birgir inn á vinstra bakk og fær heili átta mál. Nú eru vit komnir í gongd aftur, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Málið er í øllum førum at enda millum trý tey ovastu.
 
- Vit skora ikki upp á møguleikarnar
Vit fingu eisini orðið á strikuspælaran hjá KÍF, Gert Hansen. Hann var skuffaður av tapinum, men ásannaði, at Jacob í neistamálinum stóð ein stóran dyst.
- Vit eru sera uppsettir í dag, og tí er sjálvandi keðiligt at tapa. Vit fylgja væl við teimum at kalla allan dystin, men trupulleikin er, at vit skora ikki uppá møguleikarnar hjá okkum. Tó skal leggjast afturat, at Jacob stendur ótrúliga væl í málinum, og hann tekur veruliga móti frá okkum í seinna hálvleiki. Eg haldi tó, at vit kempa til tað síðsta, men í dag var hetta bara ikki nokk.