Viðmerkingar KÍF-StÍF

Eftir dystin fingu vit orðið á Gert Hansen hjá KÍF og Bárður Danielsen hjá StÍF. Hesar viðrmerkingar høvdu teir til dystin.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Vit brenna ov illa
Eftir dystin fingu vit orðið á Gert Hansen hjá KÍF. Hann var sum heild væl nøgdur við tað eina stigi.
- Ja, eg haldi, at vit mugu vera nøgdir. Sjálvt um vit hava møguleikar at avgera dystin, so kunnu vit í ringasta føri eisini tapa, so eitt stig er í lagi. Eg eri eisini nøgdur við innsatsin hjá leikarunum í dag. Verjan er góð, málverjin er góður, og vit kempa allar 60 minuttirnar. Vit hava tó ein trupulleika. Vit brenna ov illa. Vit hava fleiri opnar møguleikar at koma avgerandi fram um, men vit brenna teir, og tí haldi eg, at vit skulu vera nøgdir við javnleikin í dag.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Vit fáa ikki fatur á Damir
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Bárður Danielsen hjá StÍF, sum spældi sín fyrsta dyst í ár. Hann var hampiliga væl nøgdur við eina stigið.
- Eftir dystin vóru vit nakað skuffaðir, men sum heild haldi eg, at vit heldur skulu gleðast um eina stigið. Vit hava allar møguleikar at vinna dystin, og vit brenna millum annað fýra brotskøst. Í verjuni hava vit ilt við at steðga Damir Oros, og tá ein leikari fær heili 12 mál, so kunnu vit ikki vænta at vinna. Tað vísir seg eisini, at vit hava ringt við at avgera dystirnar til síðst, og hetta mugu vit helst royna at broyta.