Viðmerkingar frá leiðarum og deildarleiðarum á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Viðmerkingarnar snúgva seg um løgtingsmál nr. XX/2011 uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um sjúkrahúsverkið. Víst verður til skriv frá Heilsumálaráðnum 30. august 2011 mál nr. 11/00298-4.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. ført fram “yvirskipaða avbjóðingin er at fáa skipa sjúkrahúsverkið soleiðis, at borgarin er tryggjaður nøktandi viðgerð samstundis sum kostnaðurin fyri viðgerðina verður so lágur sum gjørligt. Hetta merkir, at samlaða tilfeingið hjá sjúkrahúsverkinum skal gagnnýtast til fulnar”.. “Ein fyritreyt fyri hesum er, at ræðisrætturin yvir samlaða tilfeinginum er savnaður á einum stað”.
Hetta er ein niðurstøða sum ikki er prógvførd á nakran hátt. Hetta kundi havt sína meining um okur vistu, at tað var ein avmarkaður stovnur sum landafrøðiliga var væl samlaður. Tí kundi ein líka so væl komi til akkurát øvugtu niðurstøðu og sagt, at í einum sjúkrahúsverki sum er somikið landfrøðiliga spreitt, kundi virksemi og eigaraskap til arbeiði fingið skaðað av, at frástøðan ímillum arbeiðspláss og leiðara verður alt ov long.

Samstarv og tørvur uppá samstarv: Allir sjúkrahússtjórarnir hava við ein munn verið samdir í, at gott samstarv er millum øll sjúkrahúsini. Sum er, hevur SS longu samstarv innan laboratorieøkið, røntgenøkið, tekniska økið, sjúkraflutningstænastuna etc. Við øðrum orðum á flestu økjum har tað landfrøðiliga ber til. Har tað enn manglar eitt samstarv, er innan ávísing (visitering) av sjúklingum ella eitt býti av sjúklingum millum sjúkrahúsini. Fyri at fáa hetta at virka til fulnar, er ikki neyðugt við nakrari miðsavnan av leiðsluni. Aðalráðið hevur øll tey amboð og allan tann mynduleika sum er neyðugur, fyri at seta eina slíka sentrala ávísingarskipan (visitering) í verk, so at tilfeingið á øllum sjúkrahúsunum verður nýtt til fulnar.

Løn til yngri lækna og vakt á SS: Tað tykist sum um tað hevur fingið ilt í fleiri, at yngri læknar sum ganga í vakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi fáa eina reiðuliga høga vikuløn. Fyri tað fyrsta er at siga, at hendan skipan hevur verið í verki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi nú í mong ár, og í roynd og veru er ein frimul fyri vaktarskipanina okur hava her á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tó so, arbeiðsøkið hjá yngru læknunum her á Suðuroyar Sjúkrahúsi er enn størri, tí at aftaná kl. 16 um dagin eru teir eisini í vakt fyri primersektorin, tvs. fyri kommunulæknarnar. Hetta er alt gjørt í neyvum samstarvi við Heilsumálaráðið og kommunulæknarnar. Uttan vaktarskipan á Suðuroyar Sjúkrahúsi veit ráðið, at kommunulæknarnar í oynni helst gevast og fara. Sama er galdandi fyri yvirlæknamanningina á sjúkrahúsinum. At ein reiðiliga stór upphædd fer til ein einstakan lækna fyri hvørja viku, skal síggjast í tí ljósi, at hetta í roynd og veru er arbeiði fyri 3-4 læknar í eini vaktskipan á 8 timar x 3. Um motivið til missnøgdina er, at vaktarskipanin í sær sjálvum er ov dýr, ella at peningurin fer í lumman hjá einum lækna í senn, er fyri okkum ringt at meta um. Samlaða úrslitið fyri raksturin er stórt sæð tann sami um okur hava tríggjar læknar gangandi í vakt ella ein. Fyri arbeiðsgongdina er tað tó stórur fyrimunur at hava ein lækna í vakt í senn í eina viku.

Men er tað soleiðis, at man vil spara eina vaktarskipan, so kundi man hugt eftir hvussu t.d. er á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, har vaktartyngdin er nógv minni enn á t.d. Suðuroyar Sjúkrahúsi og lagt hesa vakt undir medisinsku ella skurðdeildina á LS.

Viðvíkjandi skrivi frá Heilsumálaráðnum um viðmerkingar til játtanarkarmin fyri 2012 á høvuðskonto 1120315 fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Hetta er skriv sum er sent til øll 3 sjúkrahúsini. Miðskeiðis á fyrstu síðu verður skrivað soleiðis “Sjúkrahúsverkið skal fremja sparitiltøk fyri 1 mill. kr”. Víðari verður sagt “Tí eigur Suðuroyar Sjúkrahús at royna at tillaga virksemi við tí í huga. Her verður serliga hugsað um, at menna samstarvi millum sjúkrahúsini. Samstarvsøkir sum kunnu nevnast sum dømi eru: Sjúkraflutningstænastan, vaktarskipanir innan narkosu-, og skurðøkið, røntgen- og blóðbanka. Sjúkrahússtjórarnir eiga at arbeiða saman fyri at finna møguligar loysnir sum kunnu røkka út um tað einstaka sjúkrahúsið.”
Fyri okkum leiðarar á sjúkrahúsinum er tað púra óskiljandi, at okkara ovasti mynduleiki kann koma við einari slíkari áheitan. Ein hvør mynduleiki sum varðar av sjúkrahúsøkinum og serliga ovasti mynduleikin átti at vita, at tað undir ongum umstøðum letur seg gera, at gera vaktarskipanir innan akuttøkið sum narkosu og skurðøkið tvørtur um Suðuroyarfjørð. Hetta tykist okkum bæði arrogant og bera brá av vannkunnleika um hvat kjarnufunktiónirnar á føroysku sjúkrahúsunum eru. Hetta er at kasta torvmold í eyguni á starvsfólkunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og suðuroyingum sum heild.

5. Um ongin lokalleiðsla við avgerðarmynduleika er á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru okur reiðiliga sannførd um, at hetta fer at ganga útyvir rekrutteringina av starvsfólki til sjúkrahúsið og at starvsfólkini skjótt missa eigaraskap og harvið framdrift og arbeiðsgleði á staðnum.

6. Suðuroyar Sjúkrahús hevur í nógv ár havt sum mál, at verða eitt vælvirkandi akuttsjúkrahús fyri Suðuroynna og harafturat bjóða fram tænastur til alt Føroya land innan økir har okur hava førleika og tilfeingi.
Í øllum kjaki sum er fari fram seinastu árini í umsitingarliga og politiska umhvørvinum, sakna okur eina støðutakan til hvussu akutta heilsuskipanin í oynni eigur at skipast. Tað tykist sum at øll smíkja sær uttanum henda, fyri suðuroyingar, týdningarmikla spurning. Heilsumálaráðið er ongantíð komið við nakrari ætlan fyri akuttfunktiónina í oynni. Tann leistur, sum liggur í løtuni við hjálparlæknum og tøttum samstarvi við kommunulæknar og sjúkrahús hevur sín uppruna her í oynni, og er settur í verk eftir nógvar tungar samráðingar í samráð við Heilsumálaráðið. Tað er ódámligt, at ráðið roynir at máa støðið undan hesi skipan, sum allir partar eru samdir um virkar væl, til fyrimuns fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Um Heilsumálaráðið er misnøgt við heilsuskipanina í Suðuroynni sum heild, skylda teir okkum eina ætlan um, hvussu ráðið sjálvt vil skipa serliga handfaringina av illa akuttsjúkum í Suðuroynni.

7. At enda halda okur at tað er óhoyrt, at sjálvt Heilsumálaráðið rør uppundir, at teirra egnu tænastumenn, sum eru settir á sjúkrahúsunum draga til sín tilfeingi, og hugsa minni um ta kjarnufunktión teir eru settir at hava ábyrgd av.


Tvøroyri 8. septembur 2011.


Suðuroyar Sjúkrahús
Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri