Samstundis hevur Fjarskiftiseftirlið latið Vinnumálastýrinum eitt tilmæli um m.a. at áleggja Føroya Tele at lækka hámarks- GSM prísirnar, men her við tí grundgeving, at Føroya Tele sambært sínum sundurskilda hálvársroknskapi, hevur eitt týðandi yvirskot á GSM virkisøkinum!
Neyðugt og gott politiskt átak
Tað er positivt, at Vinnumálastýrið hevur tikið stig til eitt aðalorðaskiftið á Løgtingi um ein KT-vinnupolitikk, og tað uppskotið sum stýríð hevur gjørt í hesum sambandi inniheldur nógv gott og upplýsandi tilfar til víðari viðgerð. At Føroya Tele ikki er samt í øllum sjónarmiðunum, sum eru í uppskotinum, er kanska natúrligt.
Tað kundi eisini verið positivt, um ?Støðumyndin? sum Fjarskiftiseftirlitið hevur evnað til, innihelt sakligar og relevantar (týðandi) samanberingar millum støðuna í Føroyum og í øðrum londum, til gagns fyri politisku viðgerðin. Soleiðis er tíanverri ikki, og skal Føroya Tele niðanfyri við nøkrum fáum dømun greiða frá hesum.
Viðmerking nr. 1
Fjarskiftiseftirlitið er ?Regulerandi myndugleikin? í okkara grannalondum. Føroya Tele vitandi hevur tað ikki hent seg í okkara grannalondum, at regulerandi myndugleikin hevur blanda seg uppí prísáseting fyri fartelefoni (GSM). Hetta av tí einføldu orsøk, at bert óttin fyri slíkari innblanding vildi forða fyri framtíðar íløgum hjá fjarskiftisveitarunum, og harnæst út frá tí grundsjónarmiði, at ein myndugleiki ikki eigur at blanda seg upp í kappingina við prísásetingum á frælsisgjørdum økjum. Tað er tíanverri neyðugt at minna Fjarskiftiseftirlitið á, at tveir kappingarneytar hjá Føroya Tele, longu fyri 1 ári síðani fingu loyvi at byggja upp millum annað fartelefonkervi, eins og hesar alla tíðina, hava havt tann møguleikan at nýta kervi hjá Føroya Tele.
Høvdu t.d. Dimmalætting ella Sosialurin gjørt
íløgur í nýggjari tøkni / prentsmiðuútgerð, um so
at vandi var fyri at ein myndugleikin dikteraði lægri blaðprís ?
Viðmerking nr. 2
Fjarskiftiseftirlitið hevur í meira enn eitt hálvt ár noktað Føroya Tele at seta í verk ymiskar avsláttarskipanir, hóast kappingarneytarnir hjá Føroya Tele beinanvegin fingu loyvi til hetta.
Kunnu vit ímynda okkum, at øll bløð í
Føroyum fingu loyvi at gera fasthaldsskipan við avsláttrum uttan t.d. tað størsta ?
At so Fjarskiftiseftirlitið, í samband við ?Støðumynd?, samanbera ?Standardhald? hjá Føroya Tele við ?Avsláttarskipanir? í øðrum londum er ikki sørt undrunarvert.
Viðmerking nr. 3
Meginreglur hjá ?regulerandi myndugleikum? í okkara grannalondum er millum annað at, reguleringin skal verða: gjøgnumskoðilig og rættvís (paralellitet) og skal grundast á royndir og taltilfar yvir eitt longri tíðarskeið.
Fjarskiftiseftirlitið skiftir grundgevingar fyri sínar avgerðir og sínari uppílegging frá viku til viku, soleiðis at ikki ber til hjá millum annað Føroya Tele at planleggja ella tryggja haldgott grundarlag fyri ítøkiligar virkis- ella íløguætlanir.
Fjarskiftiseftirlitið er ikki rættvíst og vísir ikki ?paralellitet?, tí tað millum annað í samband við avsláttarskipanir stillar Føroya Tele verri fyri enn kappingarneytarnar.
Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki royndir og heldur ikki taltilfar, sum kann lýsa eitt longri tíðarskeið og bera avgerðir tess tískil brá av tilvild. At Fjarskiftiseftirlitið yvirfyri Vinnumálastýrið kann tilmæli lægri hámarksprísir fyri GSM, bert grundað á hálvársroknskapin frá Føroya Tele fyri 2001, sigur einki um úrslitið árið fyri ella næsta ár. Fyri Føroya Tele er tað sjálvsagt alneyðugt, at positivt úrslit er á einum virkisøki, tá ið íløgur standa fyri framman.
Kunnu vit ímynda okkum, at eitt blað ella ein handil
av einhvørjum slag, aftaná ein góðan jólamánaða, fekk boð um at seta prísirnar niður í januar mánaða ?
Støðumynd Fjarskiftiseftirlitsins
Taltilfar og samanlíkningar millum fjarskiftisveitarir og kundaprísir innanfyri og upp á tvørs av londum, er avgjørt nakað, sum skal gerast. Føroya Tele roynir støðugt at samanbera okkum við aðrar veitarar, bæði hvat viðvíkur tænastuútboði, tænastudygd og prísir. Hetta slagið av ?benchmarking? er neyðugt til tess at Føroya Tele fær optimera tænasturnar og prísirnar, samstundis sum Føroya Tele kann tryggja skynsaman og framtíðartryggan rakstur av fyritøkuni.
Tá ið Fjarskiftiseftirlitið í sínari ?Støðumynd? kemur fram til nakrar niðurstøður um prísleguna innan fjarskiftið í Føroyum, er í stóran mun talan um, at Fjarskiftiseftirlitið samanber perur við appelsinur.
Viðmerking nr. 4
Tá ið Fjarskiftiseftirlitið roknar seg fram til, at GSM er 93 % dýrari í Føroyum enn í Danmark, so er samanberingin gjørd millum eitt serligt tilboð hjá Tele-2, sum ikki hevur egið kervið; sum bert hevur 0,6 % av danska marknaðinm og sum samstundis hevur aðrar treytir lagdar við haldinum. Eitt vanligt ?standard? hald hjá t.d. Sonofon kostar um dagin 1,95 pr minutt, meðan Føroya Tele tekur 2,15 pr. minutt. Harafturat kemur, at bíligari kvøldtaksturin hjá Føroya Tele byrjar kl. 18.00 meðan hann hjá Sonofon byrjar kl. 19.30, soleiðis at munurin minkar burtur í onki. Tað er stórur munur á, at verða 93 % dýrari og so at hava so at siga somu prísir ? helst tá ið talan er um upplýsingar til politiska viðgerð í Løgtinginum.
Viðvíkjandi støðuni í Íslandi hevur Fjarskiftiseftirlitið samanborið tvey ymisk hald, nevniliga dagprísin hjá Landssími Íslands og kvøld ? frítíðarprísin hjá TAL (einum øðrum veitari ? og harvið eina loysn sum ikki finst, við einum standardhaldi hjá Føroya Tele.
Kunnu vit ímynda okkum, at man kann fara inn í ein handil og keypa tær líku síðurnar úr Dimmalætting og tær ólíku úr Sosialurin, og so bert gjalda 10,00 kr í staðin fyri 12,00 kr.?
Føroya Tele hevur bíligari t.d. Vinnuhald, men hesum tykist Fjarskiftisftirlitið ikki at hava áhuga í at nýta í samanberingunum.
Hetta er bert tvey dømir um misvísandi samanberingar í ?Støðumyndini? út av mongum.
Konstruktivur kritikkur og samstarv heldur enn spillandi tungu
Fjarskiftiseftirlitið átti eins og Vinnumálastýrið, at verið errið av gongdini á fjarskiftismarknaðinum í Føroyum. Síðani frælsisgerðingin bleiv sett ígongd í 1997, hevur neyvan nakað land í Evropa flutt seg so skjótt frá einkarrættsstøðu við høgum gjøldum til víttfevnda kapping og hálveraðar prísir, samstundis sum tænastuútboði er á hædd við tey fremstu.
Vandi er fyri, at Fjarskiftiseftirlitið við ikki at vísa nóg stórt skynsemi í teirra regulering og við ikki at veita nóg neyvar og rættvísar upplýsingar, kunnu forkoma einum annars ávegis sunnum kappingarumhvørvi í Føroyum.
Støðumynd frá Føroya Tele ? eitt dømi
Føroya Tele hevur í sínum samstarvi við Fjarskiftiseftirlitið alla tíðuna lagt dentin á, at kapping er góð, eisini fyri Føroya Tele, og at Føroya Tele annars meinar, at hædd alla tíðina skal takast fyri, at føroyski marknaðurin er lítil og harvið, at inntøkugrundarlagið er lítið, hóast íløgukostnaðurin oftani er samanberligur við støðuna í størri londum. Kunnu vit samanbera prís / blaðsíðu munin millum føroysku bløðini og so Jyllands-Posten ella New York Times ?
Niðanfyri er samanbering av prísinum fyri eina 3 minuttir samrøðu á GSM fartelefon kervinum hjá Føroya Tele, samanborið við Danmark (Sonofon), Ísland (Landssími), Noreg (Telenor), Malta (Vodaphone), Jersey (Jersey Telecom), Grønland (Tele Greenland).
Tilsvarandi vísir myndin niðanfyri stovningar- og mánaðargjøldini hjá teimum somu veitarunum.
Sum myndirnar vísa, eru fleiri hættir at samanbera á millum tey ymisku londini og millum veitarir. Avgerðandi er, at eins tænastur verða samanbornar og at samanborið verður við lond, har støðan líkist tí í Føroyum (Malta, Jersey, Ísland og Grønland) ella við lond sum vit fegin vilja samanberast við, t.d. Danmark og Noreg.
Føroya Tele vónar við hesum, at kjaki um fjarskiftisprísir og kapping í Føroyum, kann byggja á eitt breiðari grundarlag og eini meira rættvísa mynd, til gagns fyri allar partar og ikki minnst til gagns fyri viðskiftafólki.
Vinarliga
Andras Róin, stjóri
Føroya Tele