<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Hetta var ein strika í rokningini
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hesi orðini eigur Áki Mørk hjá Neistanum. Hann sigur, at Neistin ætlaði sær bæði stigini ímóti strandingum, og at hetta úrslitið tí var eitt stórt vónbrot.
- Vit hildu okkum hava góðar møguleikar ímóti strandingum í dag, men tíverri gekk ikki heilt eftir vild. Verjan svíkur hjá okkum í dag, og serliga hava vit stórar trupulleikar at fáa fatur á Finni Hansson. Tað vísir seg, at vit ofta hava trupulleikar at steðga stórskjúttum, og hesin trupulleikin kom veruliga til sjóndar í dag.
Hann heldur harafturat, at Marian í StÍF málinum stóð ein góðan dyst, og at hann átti stóra æru av sigrinum hjá StÍF henda dagin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Vit vóru betra liðið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Venjarin hjá StÍF, Jakob Jónsson, var ikki yvirraskaður eftir sigurin. Hann helt, at sigurin var fult uppiborin, men ásannaði tó, at vónirnar ikki vóru av teimum bestu eftir at Sveinur og Leivur endaðu á skaðalistanum.
- Fyri stuttum síðani fingu vit ring boð í StÍF hópinum. Leivur og Sveinur vóru skaddir, og hetta kom stak illa við hjá okkum. Í dag vísti tað seg tó, at maður kemur í mans stað. Vit vóru betra liðið, og eg haldi tað vera fult uppiborið, at vit vunnu. Finnur Hansson tekur eisini veruliga ábyrgd í dag, og tað hevur stóran týdning, at hann kemur væl í gongd í ár.