Viðmerking til yvirlýsing frá Samtak og Landsfelag Pensjónistanna

Tíðindaskriv

Løgtingið viðgjørdi í gjár uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum høvdu til endamáls at minka um útreiðslur landskassans. Tað er fallið Samtaki og Landsfelag Pensjónistanna fyri bróstið, at spariuppskotini koma at hava fylgir fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar. Til hetta hevur landsstýriskvinnan hesar viðmerkingar:

“Tað er ein sannroynd, at fíggjarligu útlitini ikki eru eins bjørt, sum fyri einum ári síðani. Fíggjarlógin fyri 2009 gevur stórt hall, og tí hava øll landsstýrisfólk fingið álagt at tálma útreiðslunum. Uppskotini, ið vóru fyri í gjár, eru bert ein partur av hesum arbeiði.

Tí er tað skeivt at siga, at landsstýrið bert leggur eftir teimum veikastu í samfelagnum. Byrðan er tung at bera, og vit mugu øll lyfta, eisini eg sjálv, hóast eg umsiti eitt økið við fleiri veikum brúkarum. Mín uppgáva er at raðfesta og telva meg fram politiskt til nakrar sparingar. Uppskotini sum vóru fyri í gjár eru tey, sum politisk undirtøka er fyri í samgonguni.

Tá tað er sagt, so vil eg gera greitt, at tá javningin av almannaveitingunum fer úr fýra í trý prosent, so merkir tað ikki, at pensjónistar, fyritíðapensjónistar o.o. fáa minni útgoldið í mun til nú. Útgjaldið veksur trý prosent, sum samsvarar við vøksturin hjá vanliga løntakaranum. Eisini hevur økta útgjaldið úr Samhaldsfasta gjørt góðan mun í ár. Sostatt er tað ikki rætt at siga, at pensjónistar og fyritíðarpensjónistar vera fátækari í 2009 enn í 2008.

Haraftrat fáa lægstu fyritíðarpensjónistar eitt hægri útgjald í 2009.

Tað er als ikki mín ætlan, at niðurleggja Tilhaldini, men eg meti at uppgávan verður betur rikin úti hjá kommununum. Leggjast kann aftrat, at skattainntøkurnar av økta útgjaldinum til fyritíðarpensjónistarnar í 2008 og 2009 fella partvíst eisini kommununum í lut. Eitt hugskot kundi verið at ein partur av hesum eyka inntøkum kundu verður nýttar til Tilhaldini.

Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri at fremja batar fyri pensjónistar og aðrar veikar bólkar í samfelagnum. Ein nýggj forsorgarlóg kemur at áseta eitt minstamark fyri uppihaldstørvi – eitt sokallað fátækramark – fyri allar borgarar í Føroyum fyri at tryggja øllum føroyingum eina rímuliga inntøku. Eisini verður arbeitt við einar eldralóg, sum skal tryggja rættindi og tænastur fyri eldri”.