Viðmerking til viðmerking hjá Jenisi av Rana

   

Menningarhjálpin er skammilig.
Í Dimmalætting frá týsdegnum hevur Jenis av Rana viðmerking, har hann vísir á, at menningarhjálpin varð tikin fram undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum. Og rætt hevur hann. Víðari viðgerð fór síðan fram í uttanlandsnevndini, sum er á einum máli um, at antin verður henda ússaliga upphædd á 300 t.kr strikað, ella játta vit eina upphædd sum sømir seg. Kontoin ber heitið menningarhjálp, og viðmerkingarnar siga: "Játtanin er ætlað til tiltøk, sum kunnu gagna menningarlondum, ella vera til hjálp í øðrum londum, um okkurt óvanligt er á vási." Fyri 300. t.kr kann ikki stórvegis vera á vási!!
Undanførslan fyri ikki at játta meir er, at tørvur er á greiðum reglum um, hvussu játtan til menningarhjálp best verður nýtt. Hesin pástandur heldur ikki! Eingin trupulleiki er at lata stuðul hjá okkum sjálvum, hóast reglur ikki finnast! Løgmansskrivstovan upplýsir, at orka ikki hevur verið í farna ári at taka upp spurningin um menningarhjálp. Haldi meg hava hoyrt tað fyrr! Spell at økta játtanin til landsumsitingina uppá góðar 82 mió. kr hesi seinastu 5 árini ikki skal hava munað so mikið, at nakar orkar at gera uppkast við møguligum reglum fyri menningarhjálp.

Allur bati bøtir.
Í okkara ummæli til fíggjarnevndina í fjør segði ein samd uttanlandsnevnd: "Nevndin heldur sum eina byrjan, at ein upphædd á uml. 3 mió. kr hevði verið hóskandi."
Í ár sigur ein minniluti í uttanlandsnevndini: " Ein minniluti ( Jóhan Dahl, Jóannes Eidesgaard og Katrin Dahl Jakobsen) heldur, at játtanin eigur at verða økt í minsta lagi 3 mió. kr." So nú gongur bara aftur á bakka. Nú er tað bert ein minniluti, sum heldur fast við hesar 3 mió. kr. Um Jenis av Rana ikki hevði hug at vera við í minnilutanum og soleiðis vent honum til ein meiriluta, so skal hann kenna seg so púra tryggan við, at hóast tað, so fer andstøðan at lofta einum uppskoti frá honum, um tað so skuldi verið. Jenis av Rana sigur, at »so leingi Miðflokkinum bert er unt 1/32 part av føroysku tingmanningini, er tíverri trupult at fáa alt tað ígjøgnum, sum vit ynskja.« Um so er, at Jenisi vantar stuðul í sínum ynski um at veita eina menningarhjálp, um tað so bert er á byrjanarstigi, so vita vit av hvørjum øðrum andstøðan og hann. Skilji væl, hvussu tungt tað má vera einsamallur at stríðast fyri málum í eini samgongu sum er so pírin, tá tað ræður um menningarhjálp.

Henrik Old og Irak.
Í mars í fjør setti Henrik Old úr javnaðarflokkinum løgmanni fyrispurning um at hjálpa teimum líðandi í Irak. Løgmaður var stak positivur og vildi fara eftir sama leisti, sum eftir kríggið í Afganistan, tá vit lótu 2,8 mió. kr. til bráðfeingishjálp. Løgmaður helt, "at uttan mun til upphædd", so áttu Føroyar at rætta eina hjálpandi hond. (Nú veit eg ikki, um uttan mun til upphædd merkir nógv ella eitt pinka lítið sindur).
Í skrivandi løtu veit eg ikki at siga, hvat bleiv av hesi hjálpini. Mundi hon nakrantíð fara av landinum?
So rætt er, sum Jenis av Rana sigur, at tos er ikki nóg mikið. Onkur má sláa í hesa samgongudýnuna og tað fer andstøðan at hjálpa honum við. Kanska hevði ein frægari játtan til menningarhjálp skundað undir hetta ógvusliga takið, sum tað tykist vera at fáa í lag politiska viðgerð av menningarhjálp.
Tað er hetta gamla við "årsag og virkning".