Ivaspurningurin um, hvat ein el-príshækking uppá 15 oyru/kWh fer at kosta Tórshavnar kommunu um árið, eigur at verða kannaður nærri til tess at fáa rætta kunnleikan fram.
Tórshavnar kommuna hevur meira enn 300 innleggingar ymsastaðni í allari kommununi.
Fyribils hagtøl frá debitorbókhaldinum hjá SEV vístu, at elpríshækkanin fór at kosta kommununi einar 800 tús. kr.
Ein eftirkanning vísti, at fleiri innleggingar ikki vóru komnar við í hagtølini í fyrsta umfari. Talan var um tær innleggingar, har mátingin varð umløgd til fjaravlestur í árinum og nakrar innleggingar, sum vórðu uppgjørdar út frá mettari nýtslu, orsakað av manglandi avlestri frá kommununi.
Tørvur er á at fáa eina neyvari avstemman av tølunum hjá okkum og hjá Tórshavnar kommunu. Herundir nærri avtala um mannagongd um, hvør tekur sær av at avlesa teir málarar, har kommunan sum vanligt er, hevur fingið sendandi avlesingarkort, men har SEV hevur mett um nýtsluna orsakað av, at avlestrar ikki eru móttiknir.
Eisini má hædd takast fyri innleggingum, sum kommunan eigur, men sum onnur gjalda.
Spurningurin er eisini, um kommunan hevur talt við ein stóran brúkara (uml. hálva mió. kWh í fjør), sum fær elmegi sum undirmátari undir eini av høvuðsveitingini hjá kommununi.
Meðan kommunan hevur upplýst talið 1,7 mió. kr. sum meirútreiðslu av elpríshækkingini, so vísa hagtølini úr bókhaldsskipan okkara, at rætta talið helst er uml. 1,4 mió. kr., men vísandi til frammanfyristandandi eru ávísar óvissur í uppgerðini av, nágreiniliga hvussu nógvar kWh kommunan brúkar um árið.
Ein neyv staðfesting av hesum fæst best við avstemming millum kommununa og SEV, herundir, hvat kommunan veruliga sjálv skal rinda fyri, og avlesing av teimum mettu elnýtslutølunum.