Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Føroya Væl,
Bjarki Mohr, form
Valfelag Sambandsfloksins í Suðursteymoy,
Annfinn Brekkstein, form.
Eftir at hava sæð tíðindasendingina, Dag og Viku, hjá Sjónvarp Føroya, fríggjadagin 5. november 2004, er tað ikki sørt, at fleiri okkara - við áhuga fyri politikki - sita eftir við einari løgnari kenslu.
Í sendingini er eitt kjak millum nú - og fyrrverandi býráðsformennirnar fyri Tórshavnar kommunu, har orðaskifti legði upp til hvør teirra skuldi taka við sum býráðsformaður eftir kommunuvalið týsdagin 9. november 2004. Annar hevur stilla upp aftur fyri Fólkaflokkin og hin fyri Tjóveldisflokkin.
Tað er undrunarvert, at tveir frammanundan royndir politikkarir, sleppa framat eini almennari tíðindasending, beint fyri valinum, havandi í huga, at øll onnur ið á einhvønn hátt hava tilknýti til almenna tíðindaflutningin verða sett í karantenu, tá tey hava fráboða at tey stilla upp.
Tað gerst tí nærliggjandi at spyrja, hví ein partaleysur tíðindaberði sum Sjónvarp Føroya, velur at hava samrøðu við nú- og fyrrverandi býráðsformennirnar í Tórshavn, tá umboð fyri hinar flokkarnar til kommunuvalið ikki koma framat?
Um Sjónvarp Føroya ynskir at lýsa hesa síðuna av samfelagskjakinum, hevði tað so ikki verið hóskandi - meira dámligt og rættvíst - at Sjónvarp Føroya fyriskipaði eina valsending, har umboð fyri allar politisku flokkarnar sluppu framat við sínari áskoðan á júst hesi viðurskifti, heldur enn at geva tveimum flokkum ein eyðsýndan fyrimun.