Viðmerking til Oljuprát hjá Heðin Samuelsen

Heðin Samuelsen hevur skrivað grein í Dimmalætting 8. Januar har hugleitt verður um oljuvinnu, og hvussu nógv liggur eftir til føroyingar.

Heðin metir at tað sum núverandi oljuskattaskipan tekur inn av tilfeingisrentuni er ov lítið. Samstundis verður spurningurin settur, hvørt vit heldur áttu at latið vera við at leita eftir olju um ikki skatturin verður hækkaður. Heðin Samuelsen førir eisini fram, at Føroyar kundu fingið væl meiri burturúr við eisini at havt eitt alment oljufelag sum t.d. tók 20% av inntøkum og útreiðslum á seg.

Hartil kann upplýsast, at enn meiri hevði fingist burturúr um Føroyar bara settu skattin til 100%. So høvdu vit fingið allar oljuinntøkurnar, ella hvat? Nei sjálvsagt ikki, tí um skatturin var 100%, so høvdu oljufeløgini onki fingið burturúr, og so høvdu tey ikki ein gang skeitt eftir Føroyum. Og so hevði onki oljufelag leitað undir Føroyum, og so høvdu vit onga olju funnið, og so høvdu vit ongar oljuinntøkur havt. So hetta melur líkasum í ring. Vit mugu hava eitt skattastig sum ger Føroyar kappingarførar í mun til onnur lond har oljuleiting fer fram. Tá oljufeløg hyggja at møguleikanum fyri at gera íløgur í einum landi so verður hugt at skattligu treytunum og øðrum treytum ið verða álagdar av myndugleikunum. Eitt borið alment oljufelag er at líkna við ein skatt, tí hetta er ein byrði ið verður áløgd oljufeløgunum av myndugleikunum.

Bóndafangarí
Onkur sigur sikkurt, at nú tá ið oljan er funnin, latið okkum so brandskatta oljufeløgini, tí nú eru tey longu komin til Føroya. Hetta er gjørligt, tí um hildið verður at samlaða kolvetnisskattingin er ov lagalig, so kann Føroya Løgting broyta satsirnar í Kolvetnisskattalógini nær tað skal vera. Slíkur framferðarháttur er tó lítið dámligur, og líkist mest tí id danir rópa "bondefangeri". Oljufeløgini hava nú tikið kjansin og sett nógvar hundrað milliónir krónur uppá spæl. BP og Statoil og feløgini tey umboða mugu higartil síggja í eyguni, at hesar hundradtals milliónir eru taptar og koma ikki aftur. Hjá Faroes Partnership v/Amerada Hess er møguleiki fyri at fáa pengarnar aftur um tað vísir seg, at rakstrarverdar nøgdir av olju og/ella gassi vísa seg at vera í Marjun. Tað kundi lættliga ført við sær, at Føroyar í útheimi fara at vera kendar sum tað landið har man fyrst sigur skattligu treytirnar vera eitt, og síðani aftaná at feløgini hava gjørt íløgur, bert strammar skrúvuna enn meiri. Hvussu skulu feløgini tá kunnu hava álit á føroyskum myndugleikum næstu ferð? Tað gevur nokk ikki júst ta myndina ið vit fegin vilja royna at gera okkum av Føroyum sum eitt siviliserað land har lóg og rættur valdar.

Skattatrýstið
Skal so samlaða skattatrýstið á kolvetnisvinnu í Føroyum vera hægri enn tað er í dag? Eftir mínum tykki nei, tí um kolvetnisskattastigið verður samanborið verður við grannalondini hjá okkum, so er føroyska skipanin als ikki ov lagalig. Bretska kolvetnisskattaskipanin hevur bert partafelagsskatt á 30% og Írska skipanin bert partafelagsskatt á 25%. Noregi hinvegin hevur eitt av heimsins hægstu skattatrýstum á kolvetnisframleiðslu við 78% í partafelags- og serskatti. Føroyski marginalskatturin á oljuframleiðslu er 57%. Tá núverandi kolvetnisskattaskipan varð gjørd var hetta mett at vera eitt rímiligt samlað skattatrýst, sum ikki fór at styggja alt ov nógv oljufeløg burtur.

Alment oljufelag betri enn skattur?
Um skattatrýstið skal varðveitast á núverandi støði, so má skatturin lækkast tilsvarandi um pláss skal vera fyri einum almennum oljufelagi. Tí er má spyrjast; er tað betur at innkrevja tilfeingisrentu við einum almennum oljufelagi enn við skatti? Nei, tað haldi eg flestu oljubúskaparfrøðingar eru á einum máli um. Men hvat er tað so vit kunnu uppnáa við einum almennum oljufelagi um tað ikki er at fáa sum mest av tilfeingisrentu til Føroya? Gevur tað føroyingum eina størri kenslu av at fáa nakað burturúr oljuvinnuni, um ein stórur, fínur skrivstovubygningur hjá tí almenna oljufelagnum stendur sum eitt monument í Havn (ella onkra aðra staðni), enn tað at oljupengar koma inn sum skattainntøka? Ella skulu vit hava eitt alment oljufelag fyri at kunna vera "ordiliga" við í oljuvinnuni?

Samanum tikið, so meini eg at tað eigur at vera støða tikin til hvat tað í veruleikanum er vit vilja við einum møguligum almennum oljufelagi. Síðani eiga vit at hyggja at um vit ikki kunnu uppnáa hesi mál betri á annan hátt. Í øllum førum eigur ein avgerð sum hon, at stovna eitt alment oljufelag ella ikki, ikki at vera grundað á slík argument sum vóru framførd av Heðini Samuelsen herfyri.