Viðmerking til Málsligt ítriv

Eivind Weyhe

Í bløðunum um degini hevði Ólavur Hátún eina grein, sum hann nevndi ”Málsligt ítriv”. Eg skal ikki viðgera teir málsligu spurningarnar, hann tekur upp, m.a. um staving og úttalu av Ukraina/Ukreina (sum hann kemur inn á í sambandi við sjónvarpsfrásøgn frá fótbóltsdystinum).
Grundin til mína viðmerking er heldur tann, at Ólavur í greinini nevnir tann stovn ið eg varði av, Føroyamálsdeildina, sum er tann partur av Fróðskaparsetrinum, ið eg hugsi at Ólavur meinar við. Ólavur sigur, at tá ið hann gjørdi sjónvarpsfrásøgumannin varan við ”málsliga mistakið”, kundi hesin bara vísa til ”stavingarlista frá Málnevndina, sum húsast á sjálvum Fróðskaparsetri Føroya”, og hann (Ólavur) harmast um at hesin høgi stovnur stendur aftan fyri ”heimføðisliga stavsetingarframtakið”.
Tað er ikki rætt, at Føroyamálsdeildin ella Fróðskaparsetrið ”stendur aftan fyri” nevnda stavingarlista. Eg veit heldur einki um at hann nakrantíð hevur verið viðgjørdur á Føroyamálsdeildini, í hvussu so er ikki á deildarstigi. Men Ólavur er ikki einsamallur um at seta líkheitstekn millum Málnevnd og Føroyamálsdeild. Kanska er tað heldur ikki so løgið, at markið í huganum á mongum kann tykjast so flótandi, og ein kundi kanska illgitt, at tað eisini var tilætlað. Tí rætt er tað, sum hann sigur, at Málnevndin húsast á Fróðskaparsetrinum. Men hon er ein sjálvstøðugur stovnur, sum Fróðskaparsetrið og Føroyamálsdeildin onga formliga ábyrgd hava av. Málnevndin leigar eina skrivstovu á Føroyamálsdeildini, og tað hevur ætlandi verið gjørt av hentleikaávum, fyri at hon skuldi vera í námind av málsligum savnstilfari, og kanska eisini einari ávísari málsligari kompetansu. Tí tað skerst ikki burtur, at málfrøðiliga hevur Málnevndin oftast verið illa útborin. Ja, í løtuni er eingin málfrøðingur limur í Málnevndini, so undarligt at kann tykjast.