H. P Jacobsen
900 Vágur
Ætli mær als ikki út í nakað orðaskifti í bløðnum, men at lata lesarabræv við slíkari yvurskrift, og við slíkum innihaldi, kann ikki fara aftur við borðinum.
Tað er heilt ófatuligt, at ein sum nevnir seg H. A. Magnussen á Tvøroyri, kann finna uppá at koma í bløðini við slíkum lesarabrævið.
Hevði yvurskriftin verði: Vágbingar hava skuldina av elendigheidini á Suðuroy, hevði eg ikki funnið uppá at svara. Men tá tá tað nú ísatðin stendur: Suðuroyingar standi saman, og hevur eitt slíkt innihald, øtist eg fyri framtíðini hjá Suðuroyingun!
Eg vil í stuttum geva hesum lesarabrævið tann karater, at hetta er tað mest ófantaliga lesabrævið eg havi sæð í nøkrum blað tað eg kann minnast!
Staðin fyri at síggja frameftir, melur brævskrivari í gomlum runudíki, sum flestu suðuroyingar fyri langt síðan eru komnir burtur úr.
Vónandi er hesin brævskrivari eitt eindømi á Tvøroyri! Lukkuligvís, so kenni eg ongan annan hvørki á Tvøroyri ella í Vági, sum kundi funnið uppá at skriva slíkt lesarabræv.
At so er, er sera umráðandi í hesum døgum, hvar tað er alt avgerandi at draga eina línu!
Hetta er so niðurbrótandi fyri framtíðina í Suðuroy at eg øtist!
Er tað nakað, sum kann bjarga Suðuroy úr støðuni, sum hon er komin í, er tað samanhald og als ikki slík niðurbrótandi lesarbrøv, sum hesin H. A. Magnussen vartar upp við!
Vónandi er hetta ein einlig svala sum í "løftet stemning" er sloppin á flog.