Annika W. Joensen
forkvinna í Javnstøðunevndini
Javnstøðulógin ásetur, at eitt javnt kynjabýti skal verða í almennum nevndum, ráðum v.m. sum fyrisitingarvaldið útnevnir. Kynið verður tó ikki tikið framum førleikan í almennum nevndum, ráðum v.m. og nevndir hjá almennum partafeløgum eru ikki umfataðar av §8 í javnstøðulógini.
Í kronikkini "Other Peoples Money", 21. september 2004 í Sosialinum og Dimmalætting, viðgerð Óli Samró m.a. føroyskar nevndir og umrøður § 8 í javnstøðulógini.
Seinast í brotinum við yvirskriftini ?Lønmóttakaramentan? stendur fylgjandi: (citat byrjað) "Heilt galið blívur tað, tá almennar nevndir verða útvaldar eftir, at tað skulu vera eins nógv av hvørjum kyni! Hetta er beinleiðis ræðuligt! Vit hava so fáar skikkaðar kandidatar til at taka á seg at vera professionellir nevndarlimir. Javnstøðulógin er her ein háðan móti kvinnu og manni" (citat liðugt).
Fyri lesaran kann tað sýnast sum, at kynið verður tikið framum førleikan í almennum nevndum, ráðum v.m. og at javnstøðulógin heimilar hesum, og at nevndir hjá almennum partafeløgum eru umfataðar av §8 í javnstøðulógini. So er ikki.
Dømi: Ein nevnd við fimm limum skal setast. Seks fólk eru funnin, sum hava førleikan. Fýra kvinnur og tveir menn. Tríggjar kvinnur og ein maður verða vald. Ein maður og ein kvinna eru nú eftir, sum hava sama førleika. Landsstýrisfólkið velur mannin frammum kvinnuna við tilvísing til §8 í javnstøðulógini, og fær javnasta møguliga kynjabýtið.
Um ein maður og ein kvinna í uppskoti hava sama førleika, kann landsstýrismaðurin also t.d. velja mannin, fyri at fáa eitt javnt kynjabýti. Ein persónur, sum ikki hevur kravda førleikan, kann ikki við tilvísing til javnstøðulógina veljast í eina nevnd.
Um tað ikki er møguligt at fáa eitt javnt kynjabýti í einari nevnd, kann søkjast um undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini.
Javnstøðulógin ásetur:
§8. Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu vera sett saman soleðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð umboð og líknandi, sum løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir.
Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær.