vegna Føroya Ráfiskaseljarafelag,
Árni Joensen
??????????????
Omanfyri nevndu greiddu m.a. frá, at tað sum hevur størsta týdning fyri marknaðin uttanlands er leveringstrygd, men at hetta kunnu tey føroysku fiskavirkini ikki veita, tí ein av størstu veikleikunum hjá teimum er, at tey ongantíð vita hvørja rávøru tey fáa, tí skipini kunnu vera vekk nær sum helst, um tey halda, at tað júst tá loysir seg betur at landa aðrastaðni.
Teirra loysn á hesum trupulleika er størri samstarv millum virkir og skip, møguliga við heilari ella lutvísari samanlegging.
Føroya Ráfiskaseljarafe-lag, sum umboðar allar ráfiskaseljarar av botnfiski skilir ikki, at ráfiskakeypararnir ikki á nakran hátt hava roynt at loyst henda trupulleika við at royna at gera fastar avtalur við skip ella bátar um keyp av fiski fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Harafturímóti hava nøkur skip spurt ávísar fiskakeyparar, um áhugi var fyri at gera nakrar fastar avtalur um keyp av fiski fyri eitt nærri avtala tíðarskeið, men keypararnir hava ikki so frægt sum svarað fyrispurningunum frá skipunum.
Okkara áheitan til Ráfiskakeypararnar er, at tit heldur gera eina roynd at loysa trupulleikarnar saman við okkum í staðin fyri í tíð og ótíð at fara í fjølmiðlarnar ella til politikararnar at kæra tykkara neyð, sum tit kanska hava eina ávísa ábyrgd av sjálvir.










