Viðmerking til Jenis av Rana, lækna og ting­mann

Eru Føroyar eitt demokratiskt og kristiligt land?

Sólborg Dulavík
-----

Henda spurning setti eg mær, tá eg hevði lisið grein, har Jenis av Rana, langar út eftir teimum samkyndu. Eg bleiv skelkað og í fleiri dagar orkaði eg ikki at lesa tað umaftur. Eg havi havt teg, Jenis sum kommunulækna í fleiri ár, og havi bara gott at bera tær frá tí síðuni. Eg skilji ikki at vit bæði, sum kallað okkum trúgvandi, kunnu verða so ósamd um hvørji rættindi næsti okk­ara hevur.
Men aftur til tað tú skriv­aði – tú bólkar samkynd undir eitt og dregur tey nið­ur í díkið og traðkar á tey, samstundis sum tú tekur rættin til, at draga Guð, sum einki menniskja hevur sæð, niður á títt støðið og tínar tulkingar – eg citeri “Men tað kann ikki verða øðrvísi, tá man ikki livir tað lív man er skaptur til.”
Nær liva vit lívið vit eru skapt til ? Hvør kasti fyrsta steinin?
Útsøgnin ella skrivingin er á einum støði sum er sera ræðandi fyri meg.
Eg eri 79 ár og havi livað meginpartin av mínum lívi í Føroyum, og eisini verið tíðarskeið í Danmark og Noregi, uttan at síggja nak­að til henda bólka-ræðu­leika, tú skrivar um.
Tey eg havi hitt, hava verið hampulig og fitt og tá eg havi tosað við onnur um tað sama, hevur eingin hesa ræðumyndina av sam­kyndum. Tí hevði tað verið áhugavert at vita, hvagani tú hevur hesi tíðindi ella hvar tú hevur hitt hesi menn­iskjuni.
Eftir míni sannføring virðir tú ikki landsins lóg sum paragraf 266 b. Sam­bært hesi lóg eru vit øll javn­sett við at tað ikki er loyvt at happa ella dis­krime­nera onnur.
Eg veit ikki hví tú leggur eftir minniluta bólkum, eg síggi ikki at tað kann verða av kærleika, men heldur ein eggjan til tey sum hava eina fragd í at happa hendan umtalað bólk. Sannleikin er tann, at nøkur verða happa so nógv at tey rýma av land­inum, ella tað í verri er - ikki at orka at liva.
Sjálvsagt veit eg, at lívs­førsla og meiningar eru ymiskar innan allar sam­fe­lags­bólkar. Vit eru øll skap­að í Guðs mynd, - og eingin av okkum hevur havt nakað sum helst at siga ella gera við, hvussu vit blivu skapað ella undir hvørj­um umstøðum vit sluppu at liva í.
Til seinast vil eg vísa á nøkur vers úr bíbliuni sum greina væl hvussu eg eigi at liva – Matteus. Kap. 22, vers 36 t. og v.40
Eg kann ikki reypa mær av at røkka tí altíð, men tað tekur ikki álvaran frá skriftini, fyri tað.