Viðmerking til innslag í degi og viku 30. mai 2008, um míni starvsviðurskifti

Eg fari við hesum at gera mínar viðmerkingar til innslagið í degi og viku 30. mai, fyri at greiða nærri frá teimum viðurskiftum, sum umrødd vóru í sendingini.

Á heysti í fjør søkti eg um, og fekk 2 ára farloyvi frá stjórastarvinum á Jarðfeingi, av tí at eg fór til Íslands at búgva. Í tíðini eftir 1. november, havi eg virkað sum ráðgevi fyri Jarðfeingi innan ávís arbeiðsøki. Hesar arbeiðsuppgávur eru sum frálíður minkaðar munandi, antin tí tær eru lidnar ella broyttar, og eru nú steðgaðar. Eg havi starvast útvið 5 ár á Jarðfeingi við spennandi avbjóðingum og saman við dugnaligum starvsfólkum.

Í mai mánaði havi eg tikið við sum tøkniligur leiðari á Atlantic Petroleum í sambandi við at oljuleiðir, sum felagið er partur av í bretskum øki, koma í framleiðslu.

Tá tað í innslagnum verður sagt at “vitanin hjá Jarðfeingi nú liggur í privatum oljufelag”, er hetta skotið langt við síðuna av og púra skeivt. Dátur og frágreiðingar frá oljufeløgum til Jarðfeingi eru ógvuliga rúgvismiklar og torskiltar av tí at hesar fevna um nógv ymisk og høgt specialiseraði fakøki, - og flytast tí ikki við mær. Harumframt eru upplýsingar, sum Jarðfeingi fær frá oljufeløgum, heftar við trúnaðarskyldu og hesari eri eg eisini fevndur av.