Viðmerking til Heina í Skorini og Hans Andrias Sølvará

Jens Wang, Løgfrøðingur, Hoyvík

Hesir báðir hava í vikuni havt hvør sína áhugaverda og sakliga blaðgrein, sum aftursvar upp á blaðgrein mína í farnu viku, ið bar heitið “ver tolsamur, tín talibani”.
Báðir gera meg tó óbeinleiðis ella beinleiðis til talsmann fyri nei- síðuni í § 266b- kjakinum, og brúka síðani nógva orku upp á, at tala fyri ja- síðuni. Eg nevni annars ogna staðni í blaðgrein míni nakað, um mína persónligu støðu til júst hendan spurning???
Útsagnirnar hjá báðum um mannarættindi (alt gott um hesi) v.m. sum heimildargrundarlagi eru absoluttar. Er tað ikki júst hetta sum partar av nei- síðuni verður brigslað fyri at nýta sum grundarlag fyri sínum hugsanum? Sjálvmótsøgn?
Tá eg í blaðgrein míni sipaði til aktuella kjakið um § 266b í revsilógini, varð tað nevnt sum dømi at lýsa mín høvuðsboðskap – sum yvirskriftin og niðurstøðan eisini sigur frá – at tað er ótolsamt at koma við útsøgnum sum t.d. “ver tolsamur, tín talibani”. Leggjast kann aftrat, at eru slíkar útsagnir sagdar av forsprákara fyri tolsemi, er útsøgnin haraftrat ein sjálvmótsøgn.