Í greinini um hóttanirnar, sum Jenis av Rana hevur fingið, stóð í einum broti av greinini:
» ... Greinin snúði seg millum annað um samrøðuna, sum Miðflokkurin hevði við Boga Davidsen. Har stóð skrivað, at viðkomandi, hevði helst kvalt Jenis við mikrofonleidninginum, um hann var journalistur...«
Hervið skal boðast frá, at hetta brotið kann lættliga misskiljast, men gerast skal greitt, at tann »viðkomandi«, ið meint var við, er ikki Bogi Davidsen, men høvundurin av greinini í Fregnum, Jóanis Nielsen.
Ingrid Bjarnastein