Viðmerking til grein á forsíðuni í Oyggjatíðindum fríggjadagin farna

Trivnaðarnevdin varð á almennari vitjan í Íslandi í døgunum 15. til 20. septembur. Endamálið við ferðini var at kunna okkum um íslendsk viðurskifti innan almanna- og heilsuverk. Trivnaðarnevndin hevði 13 almennar vitjanir á ferðini, og allir limir nevndarinnar møttu væl fyrireikaðir til allar vitjanir. Frágreiðing frá ferðini sæst á www. logting.fo komandi.

Eisini atburður trivnaðarnevndarinnar aftur og fram á ferðini var fyrimyndarligur. Væl lærd av verri royndum hjá undanfarnum politikarum á uttanlandsferð var eitt av aðalmálunum á ferðini at tryggja ein fyrimyndarligan atburð. Hetta metir formaðurin eydaðist til fulnar.

Við á ferðini vóru: Marjus Dam, Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen, Rúna Sivertsen, Jóanis Nielsen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu.


Virðingamest

Páll á Reynatúgvu, formaður trivnaðarnevndarinnar