Viðmerking frá KODA quislingunum

Við tað at okkara heilar ikki eru liðugt útviklaðir (sambært Petur Jacobsen, (PJ) í Sosialinum), ber hendan viðmerkingin helst brá av ófullkomni. Lesarar verða at halda okkum til góðar

Vit skulu enn einaferð gera vart við, at so leingi vit ikki hava eina dagførda upphavsrættslóg, verður galdandi mannagongd, har KODA umsitir upphavsrættin vegna føroysku tónaskøldini, ikki broytt.

Hasar fínu útrokningarnar hjá PJ skulu sendast til KODA. Vit hava sum so ongar viðmerkingar til, hvussu væl PJ dugir at rokna.

Tað er vakurt gjørt av PJ, at gera vart við, hvussu nógv vit snýta okkum sjálvi, men tað er meira áhugavert, hvussu hann fer fram mótvegis føroysku tónaskøldunum og felagi okkara. Serliga er tað hansara høvisligi málburður, har PJ ferð eftir ferð sýnir virðing fyri okkum sum stætt og vísir í verki, hvussu áhugaður hann í veruleikanum er í at fáa í lag samskifti millum føroysku rásirnar aðrumegin og føroysku tónaskøldini hinumegin.

Við hasi framferðini vænta vit eitt sera fruktargott samstarv í framtíðini.

Forrestin, hvørja rás umboðar PJ?

Hetta er okkara seinasta viðmerking í hesum máli.