Sáttmálaloysið hjá arbeiðarafeløgunum, politiskt ógyldaði sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og SEV og stríðið millum Fiskimálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Hetta eru alt ósemjur, sum landsstýrið eigur eina høvuðsábyrgd av.
Ørindarenning
Ongin kann longur ivast í endamálinum við ógvusligu fráboðanini hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni fyri Tjóðveldisflokkin, at hann fór at ógylda tann sáttmála, sum Maskinmeistarafelagið og SEV høvdu undirskrivað og brúkt. Hetta var ein ? helst bíløgd ? uppílegging fyri at stuðla arbeiðsgevarasíðuni í samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
At landsstýrismaðurin bíðaði í vikuvís ? ja, líka til beint áðrenn semingsstovnurin kom uppí samráðingarnar ? er í sjálvum sær prógv fyri hesum. Og ikki minst, tá hugsað verður um, at SEV meira enn einaferð hevði goldið út lønir eftir sáttmálanum. Henda stuðul hevur arbeiðsgevaraparturin sanniliga eisini brúkt, soleiðis at sáttmálatrætan er blivin drúgvari enn neyðugt. Argumentini hjá arbeiðsgevarunum og landsstýrismanninum hava verið væl samskipað.
Niðurgera arbeiðarafeløg
Hevur onkur verið, sum helt, at landsstýrismaðurin enn einaferð var ómedvitað klossutur, tá hann kom við síni fráboðan, so undirstrikaði fíggjarmálaráðharrin sína partísku uppílegging í útvarpinum 21. mei. Har endurtók hann síni sjónarmið og fór enntá longur í sínum stuðli til arbeiðsgevarapartin. Uttan at koma við nøkrum próvgrundum, reksaði hann upp sjónarmiðini hjá arbeiðsgevarunum og gjørdi tey til síni.
Men Karsten Hansen er ikki einsamallur. Hann hevur sanniliga flokk sí aftan fyri seg. Formaður Tjóðveldisfloksins hevur alment lýst landsstýrismanninum sín fulla stuðul.
Javnaðarflokkurin vendir sær harðliga ímóti tí ágangi ímóti føroysku fakfelagsrørsluni, sum landsstýrið og arbeiðsgevarafelag í hesum døgum sýna. Tey, sum nú stríðast fyri at fáa lut í vøkstrinum eru tey somu, sum bóru tyngstu byrðarnar, tá kreppan leikaði, og tey eiga betri uppiborið enn ta niðurgering, sum vit nú eru vitni til.
Tænastumannaskipan undirgrivin
Fyri 2 árum síðan eftirlíkaði Maskinmeistarafelagið landsstýrinum og gjørdi ein sáttmála, har maskinmeistararnir á vaktarskipunum gjørdust tænastumenn. At hetta hevur verið ein álvarslig avgerð, kann ongin ivast í. Tá eitt fakfelag letur limir sínar gerast tænastumenn, letur tað samstundis frá sær sítt evsta vápn ? verkfalsrættin. Tænastumenn hava ikki møguleika at seta tiltøk í verk fyri at betra um síni kor. Tí liggur eisini ómetaliga stór ábyrgd á landsstýrinum at virða broyttu støðuna og ikki misbrúka, at fakfelag ikki hevur sama møguleika at seta tiltøk í verk.
Men landsstýrið gjørdi júst tað, tað ikki átti. Í áravís drálaði landsstýrið at fáa eftirlønarviðurskiftini hjá maskinmeistarunum á vaktarskipunum í rættlag. Hóast júst eftirlønarviðurskiftini eru ein hin mest týðandi táttur í tænastumannaskipanini. So langt dróg landsstýrið málið út, at maskinmeistararnir at enda kendu seg noyddar í felag at siga størvini upp. Og har standa vit so nú. Ein ósemja, sum í langa tíð fer at hanga, sum eitt myrkt skýggj yvir arbeiðsmarknaðinum.
Klossuta framferðin hjá landsstýrinum í tænastumannamálinum hjá maskinmeistarunum er ein bumba undir allari tænastumannaskipanina. Grundleggjandi spælireglurnar eru brotnar. Avleiðingin verður, at fakfeløg hereftir fara at halda seg langt burtur frá øllum royndum at gera starvsbólkar til tænastumenn.
Samráðingarrætturin ein hvørvisjón
Triðja sáttmálagølan er trætan um sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Alt meýan landsstýrið heldur uppá, at støða tess er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast sjálvir, gera tey í verki tað øvugta. Fyri at renna ørindi fyri arbeiðsgevararnar í øðrum samráðingum, siga tey seg vilja ógylda sáttmálan, sum er undirskrivaður, og sum maskinmenninir hjá SEV longu hava fingið løn eftir.
Henda uppílegging kom eftir at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði mótmælt, at SEV hevði undirskrivað sáttmálan. At landsstýrismaðurin nú við harraboðum trýstir SEV at taka sáttmálan aftur, ger samráðingarrættin til eina hvørvisjón. Tann samráðing, sum fer fram undir slíkum tvingsli og háttanum er ikki annað enn eitt eiti, sum ongin kann taka í álvara. Úrslitið verður ein forpestaður arbeiðsmarknaður, har ongin veit, hvar vit flóta. Og tað kann so ikki verða til gagns fyri nakran.
Samfelagsoyðileggjandi
Øll orsøk er at rópa varskó. Sitandi samgonga er farin undir eina miðvísa herferð ímóti teim reglum, sum hava eyðkent okkara arbeiðsmarknað í mannaminni. Endamálið er fyrst og fremst at undirgrava fakfelagsrørsluna í Føroyum. Men í longdini fer hetta at raka alt samfelagið og seta menningina ? búskaparligu, sosialu og mentunarligu ? nógv ár aftur.
Javnaðarflokkurin ávarar ímóti hesi gongd. Vit fara av øllum alvi at berjast ímóti hesum politikki og heita á allar rætthugsandi føroyingar at stuðla hesum stríði.










